Leikskráðin hjá 1. deild

B68 byrja á heimavølli ímóti teimu næstbestu hjá B36, ið eru ein av uppflytarunum frá 2.deild, og enda á heimavølli ímóti KÍ ið endaði nr. 3 seinasta kappingarár, við sama stigatalið sum B68, men við beturi málúrstøku.
Annars kann sigast at vit hava 14 heimadystir í ár.

09.03.19 – B68 – B36
16.03.19 – HB – B68
30.03.19 – 07 VESTUR – B68
06.04.19 – B68 – SKÁLA
13.04.19 – B68 – EB/STREYMUR
20.04.19 – NSÍ – B68
27.04.19 – B71 – B68
04.05.19 – B68 – VÍKINGUR
11.05.19 – B68 – KÍ
18.05.19 – SKÁLA – B68
25.05.19 – VÍKINGUR – B68
01.06.19 – B68 – HB
15.06.19 – B36 – B68
22.06.19 – B68 – B71
29.06.19 – B68 – 07 VESTUR
26.07.19 – EB/STREYMUR – B68
03.08.19 – B68 – NSÍ
10.08.19 – HB – B68
17.08.19 – B68 – SKÁLA
24.08.19 – KÍ – B68
30.08.19 – 07 VESTUR – B68
13.09.19 – B68 – B36
21.09.19 – B68 – VÍKINGUR
28.09.19 – NSÍ – B68
04.10.19 – B68 – EB/STREYMUR
20.10.19 – B71 – B68
25.10.19 – B68 – KÍ

Nýggjarshaldið flutt

Nýggjarshaldið á Toftum sum skuldi vera í kvøld kl 23:15 – er flutt til í annaðkvøld, 1. januar kl. 20:00.

FÝRVERKSSØLA

Eins og vit hava gjørt tað seinnu árini, so skipar B68 aftur í ár fyri fýrverkssølu.

Sølan fer fram í bláa bygninginum hjá Snodd – á havnarlagnum á Toftum, og bálið verður inni við Rætt.

Opið er soleiðs:
27 des.: 13.00 til 20.00
28 des.: 10.00 til 20.00
29 des.: 10.00 til 20.00
30 des.: Stongt (Halgidagslógin)
31 des.: 10.00 til 15.00 ella so leingið vøra er eftir.

Fýrverkið er frá Hjá Fróða

Koyr á B68!

Lutaseðlarnir trektir

Lutaseðlarnir eru trektir, og vinnara tølini eru:

1. 3930

2. 2953

3. 7326

4. 0800

5. 2560

6. 2439

7. 3825

8. 5005

9. 1368

10. 5342

Svenn Ó. Olsen venjari hjá 1. deild komandi ár

Vit eru glað at kunngerða Svenn Ósbjørnsson Olsen verður venjari hjá 1. deild komandi árið.

47 ára gamli gøtumaðurin skriva undir ein 2 ára sáttmála við B68.

Meir kunning kemur seinni.

Vit vilja ynskja Svenn hjartaliga vælkomnan út á Svangaskarð.

Koyr á B68

Mynd: Andri Gerðisá

B68 verður við í U21 deildini 2019

Tofta Ítróttarfelag fer at verða við í U21 deildini komandi ár. Felagið strembar eftir at hava tilboð til allar fótbóltsleikarnar hjá B68. Tí vilja vit bjóða okkara leikararum, at spæla í U21 deildini 2019.

Komandi ár hava vit nokk av leikarum, til at manna eitt U21 lið og tað eru vit sera spent uppá. Felagið vil menna okkara leikarar og gera teir klárar til vaksnamanna fótbólt. Her síggja vit ein góðan møguleika við U21 deilini.

B68 hevur nógvar ungar og evnaríkar fótbóltsleikarar. Í 2019 fara teir at hava møguleikan við U21 deildini, hartil kunna teir eisini leika við 1.deild ella 2.deild hjá B68.

Meiri kunning um venjarar í nærmastu framtíð.

Koyr á B68

Hjarnar skoraði fyri Føroyar

Í hesum døgum eru U15 landsliðið hjá Dreingjum í Liktinstein, har teir leika tveir venjingardystir ímóti Liktinstein. Úr B68 er Hjarnar Jákupsson Johansen úttikin, og sigast kann ikki annað enn, at hann fekk eina frálíka byrjan í sínum fyrsta U15 landsdysti fyri Føroyar. Hjarnar Byrjaði inni og í 11. minutti var hann á rætta staðnum og javnaði til 1-1, eftir at Liktinstein 4 minuttir frammanundan hevði lagt seg á odda.

Tá farið var til hálvleik, var støðan 3-3, eftir at Føroyar eitt skifti vóru á odda 3-1 við málum frá Heina Fossdalsá Sørensen og Sigurd Rasmussen. Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál afturat, og tað fekk Føroyar, sum harvið vann dystin 4-3. Sigursmálið hjá Føroyum skoraði liðskipari Heini Fossdalsá Sørensen við sínum seinna málið.

Hóast Hjarnar í gjár leikti sín fyrsta landsdyst fyri U15 hjá Føroyum, hevur hann kortini verið við U15 landsliðinum fyrr í ár. Tá varð leikt í Esbjerg Elite Cup, men teir dystirnir vóru ímóti donskum liðum, og tí telur tað ikki sum landsdystir.

Her frá ynskja vit Hjarnari hjartaliga til lukku við sínum fyrsta máli, í sínum fyrsta u15 landsdysti.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast á slóðini niðanfyri
http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18950&pid=-36

Koyr á B68

×