Venjarafundur

Venjarar úr øllum ungdómsdeildunum hava í dag verið á venjarafundi á Svangaskarði. Lukasz Cieslewicz greiddi m.a. frá hvat ætlanin er at fremja komandi kappingarárið og eftir hvørjum leisti venjingarnar fara fram komandi tíðina. Eisini bleiv kunngjørt, at allar ungdómsdeildirnar kunnu venja í minsta lagið 3. ferðir um vikuna.

Øssur Hansen greiddi frá “Sideline” ið er eitt forrit at gera venjingar útfrá, soleiðis at venjingarnar ið valdar vera eru passandi til ungdómsliðini hvør sær.

Venjarafundurin er ein liður í at skapa ein reyðan tráð frá yngstu til elstu deildina.

Eisini bleiv greitt frá, at høvuðsungdómsvenjarin, Lukasz Cieslewicz, fer at brúka leikarar frá bestu deildini til allar yngru deildirnar, soleiðis at hesir eisini kunnu nema sær kunnleika innan venjaraleiklutin.

Sum nakað nýtt fer B68 at hava koordinatiónsvenjing 3. ferð um vikuna fyri allar aldurbókar. Hesa uppgávuna fer Chris Jastrzembski at taka sær av, sum bleiv settur fyrr í vikuni.

Umframt koordinatiónsvenjingarnar hevur B68 sett Kenneth Bergkvist sum kropsligan venjara, hansara uppgáva verður at geva leikarum hvør sína kropsliga venjingarætlan umframt hvør sína kostplan at fylgja.

Maria J. Joensen, samskipari, greiddi frá venjingarskemanum og hvønn leiklut ymsu venjararnir hava viðv. Comet o.ø. praktiskum tingum

Onnur tíðindi