B68 U21 í gongd í kvøld

U21 hjá B68 spæla í kvøld teirra fyrsta dyst nakrantíð, tá B71 vitjar á Svangaskarði kl. 18.30.

Í fjør vórðu fleiri av kappingunum hjá teimum yngru broyttar, har man m.a. U18 varð til U17, og U16 til U15 og so víðari. Hettar var gjørt fyri at tilpassað altjóða fótbólt. Afturat kom so ein U21 kapping, har B68 tó ikki var við í fjør. Vegna smáar árgangir hevði B68 heldur ikki U17 í fjør, og tað hava vit heldur ikki í ár, men sum sagt hava vit ístaðin U21, og tað kunnu vit vegna teir ungu leikararnar fegnast um.

Leikt verður vanliga mánadag, har byrja varð í seinastu viku, men tá var B68 ikki í dysti. B68 er annars í Bólki B, har hini liðini eru ÍF, Skála, NSÍ b, Víkingur, EB/Streymur, KÍ b og so B71, sum vitjar á Svangaskarði kl. 18.30 í kvøld.

Koyr á B68

Mynd: Andri Gerðisá

Aðalfundur 2019

3. apríl kl. 19.30 er aðalfundur á Svangaskarði.

Ein nevndarlimur skal veljast.

Kaka, kaffi og te verður eisini at fáa.

Starvsnevndin

U15 Dreingir spæla fyri uppflyting

Leygardagin komandi, byrjar kappingin hjá Dreingjum U15. Innleiðandi eru tað tríggir bólkar; A, B og C. B68 er í bólki C, har mótstøðuliðini eru AB a, B36 b og TB/FCS/Royn. Vinnarin av bólkinum, skal spæla heima og úti ímóti vinnaranum av bólki B, har liðini eru B71, FC Hoyvík a, Skála og ÍF. Vinnarin av hesum báðum dystunum flytur síðuna upp í A bólkin har liðini eru HB a, KÍ a, B36 a, Víkingur a, NSÍ a, EB/Streymur og 07 Vestur. Tey liðini sum eru eftir, koma síðani at leika í einum bólki fyri seg.

Sambært úrslitunum hjá U13 og U15 í fjør, har serliga dentur er lagdur á U13, eru B68 styrkismettir, sum nr. 9, har 7 tey ovastu liðini beinleiðis eru at finna í A bólkinum. B68 eru tí at finna í C bólkin innleiðandi, men hava sum kunnugt møguleika at spæla seg upp í A bólkin.

Fyrsti dysturin hjá B68 verður leiktur á Svangaskarði leygardagin kl. 13.00, har mótstøðuliðið er AB. Venjari hjá U15 dreingjunum hjá B68, er senegalesin Badara Diedhiou, sum í 2008 og 2009 leikti við B68, og sum nú aftur er búsitandi á Toftum.

Her frá ynskja vit U15 dreingjunum og tað sama Badara góðu eydnu við kappingini.

Koyr á B68

Luttøkudagur 2019

So fara vit at gera klárt til fótbóltsárið 2019.

Hósdagin 21. februar,  kl. 16.00 – 20.00 verður luttøkudagurin í B68 húsinum, her kunnu øll (U7 – U21), ið ætla sær at sparka í ár, koma og
gjalda luttøkugjaldið. Tá luttøkugjaldið er goldið, fær hvør leikari eitt sett av spæliklæðum til ognar, har navn og nummar verða prentað á.

Hendan dagin er møguleiki at passa klæðini, so øll fáa røttu støddina.

Tá klæðini er komin og prentaði, verða tey koyrd út. 

Fyrst og fremst skal tað vera stuttligt at koma til venjing á Svangaskariði, og fótbólturin hjá teimum ungu er fyri øll.

Luttøkugjald fyri árið 2019 er:

Barn nr. 1 – kr. 600
Barn nr. 2 – kr. 500
Barn nr. 3 – kr. 400
Barn nr. 4 – Ókeypis

Mynd: Andri Gerðisá

Aðalfundur 2019

Mikukvøldið 27. marts kl. 19.30 er nevndarfundur á skránni.

Ein nevndarlimur skal veljast.

Kaka, kaffi og te verður eisini at fáa.

Starvsnevndin

Sigrun og Fróði verða samskiparir

B68 hava fingi nýggjar samskiparar, og talan er um Sigrun Johannesen og Fróða Johannesen.

Teirra e-mail adressur er:

Sigrun: sj@b68.fo
Fróði: fj@b68.fo

Vit vilja samtíðis takka Mariu Joensen fyri stórarbeiði hon gjørdi í fjør.

Damuborðhald á Svangaskarði

Fríggjakvøldið 8. mars kl. 19.00

Fjepparafelagið Reyði Pantarin skipar fyri damuborðhaldi á Svangaskarði á altjóða kvinnudegnum, 8. mars.

Lagt upp er til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld, har damur í øllum aldri kunnu hugna sær saman.

Skráin:

  • Vælkomudrykkur
  • kalt borð
  • dessert
  • Sangframførslur frá Victoriu á Lakjuni & Fróða Bjarnason
  • Sigrun Johannesen, stylistur og eigari av Insito greiðir frá vármótanum 2019 v.m.
  • Hjørdis Nesá, hárfríðkanarkvinnar greiðir frá hármótanum 2019 v.m.
  • Shaila Dam Jacobsen, make-up artistur greiðir frá um make-up og litir
  • Klumma frá Ceciliu Jacobsen
  • Sølubásar

Teknað teg við at senda eini SMS-boð á tlf.: 26 22 77 seinast mikudagin 6. mars.

Atgongumerkið verður goldið við dyrnar, og kostar 200 kr. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil.

Fjepparafelagið Reyði Pantarin

×