Fýrverksøla 2019

Fríggjadagin 27. desember og til og við nýggjársaftan fara vit eis og undanfaru ár, at selja fýrverk í bláa bygninginum hjá Snodd – á havnalagnum á Toftum.

Inngongd til fýrverksøluna verður á norðaru síðu á bygninginum.

Opið er hesar tíðirnar:

  • Fríggjadag 27. des kl. 13.00 – kl. 20.00
  • Leygardagin 28. des. kl. 13.00 – kl. 20.00
  • Sunnudagin 29. des. STONGT
  • Mándagin 30. des. kl. 13.00 – kl. 20.00
  • Nýggjársaftan 31. des. kl. 10.00 – kl. 16.00

Koyr á B68!

Eyðkaaðalfundur 2019

Mikudagin 18 des. kl. 20.30 er nevndarfundur á skránni.
Allir nevndarlimir eru til afturval.

Kaka, kaffi og te verður at fáa.

Starvsnevndin

B68 Ársveitslan 2019!

Leygardagin 9. november kl. 19.00 er B68 ársveitslan aftur á skránni.

Har verður nógv gott á skránni:
3-rætta marksrá.
Felgassangur og undirhald.
Alberg Gaardlykke verður borðstjóri.
FourMENh spæla til dans.

Atgongumerkir kunnu keypst Hjá Pidda ella í Insido.
Kostnaður: 300 kr.

Basarur og Tombola í kvøld

Í kvøld 2. november, kl. 19.00 er Basarur og Tombola á skránni í B68 húsinum.
Fjepparafelagði Reyði pantarin skipar fyri.
Har vera nógvir góðir vinningar og Barnakórið úr NEBO kemur eisini at syngja.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Koyr á B68!

4 leikarir hava longt sáttmálan

Fyrirekingarnar til komandi kappingarár eru í full sving, og í tí sambandi eru vit eru glað at kunngera at 4 leikarir hava longt sáttmálan við 2 árum.
Talan er um teir trýggjar lokalu leikarirnar Esmar Clementsen, Dávur M. Hansen og Petur í Túni, og málmannin úr Serbia, Nikola Stoisavljevic.

Hjartaliga tillukku tit 4, og alt tað besta komandi kappingarár!

Koyr á B68!

Aleksandur Ólavsson er úttikin til U19 landsliði.

Hjartaliga tillukku til okkara 18 ára gamla verjuleikara Aleksandur Ólavsson‚ sum skal við U19 landsliðinum mánadagin.
Føroysku U19-meinninir skulu fyrireika seg til EM-undankappingina í november.
Ungu menninir skullu til Norður Írland at spæla tveir venjingardystir. Fyrri venjingardysturin verður á Stangmore Park í Dungannon, týsdagin 3. september. Tann seinni verður á The Showgrounds í Belfast‚ hósdagin 5. september.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-landsliðnum.
Vit ynskja Aleksandur alt tað besta.
Vinarliga
Tofta Ítróttarfelag
B68

Øssur Hansen skal venja besta liðið

Tofta Ítróttarfelag hevur í dag sett nýggjan venjara til B68.
Felagið hevur gjørt ein 2 ára avtalu við Tofta mannin Øssur Hansen‚ sum skal standa fyri arbeiðinum sum høvuðsungdómsvenjara‚ høvuðsvenjara og somuleiðis hava ábyrgd av øllum tí ítróttarliga hjá felagnum.

Vit ynskja Øssur Hansen vælkomnan.

U14 á Vildbjerg Cup

U14 liðið hjá okkum var til kapping í Vildbjerg Cup fyrst í august. Teir leiktu 6 dystir, har har teir vunnu tvier og taptu 4. Niðanfyri kanst tú síggja endaliga úrslitið og myndir.

Úrslit hjá U14

HoldKVUTScorePts
1Hørsholm-Usserød IK440010 – 312
2Mastra IL 143014 – 29
3Vindbjart FK 242023 – 46
4B6841034 – 53
5Overlund GF40043 – 100

×