NSÍ – B68

Ársins fyrsta grannauppgerð, var við Løkin Leygardagin 19.03.2022

Í góðveðrinum hendan dagin, spældi B68 ein sera góðan dyst og vunnu 2-0 B68 hevur ikki vunnið í móti NSÍ í bestudeildini í 10 ár, so hetta var ein kærkomin sigur. Og góð byrjan uppá 60 ára veistluna, sum bleiv hildin sama kvøld á Svangaskarði.

B68 leygði eitt stórt trýst á NSÍ verjuna frá byrjan og skaptu B68 nógvar málkjansir í fyrra hálvleiki. Tó hevði Rói í málinum tvær meistarligar bjargingar í fyrra hálvleiki. B68 legði seg á odda tá umleið 15 minuttir vóru leiktir og var hetta eftir hornaspark. Bólturin bleiv skotin inn til nærmaru stong og har møtti Sebastian Lau Nielsen bóltinum fyrst og styrdi honum í málið. Hetta málið var meinlíkt 1-0 málinum ímóti Skála vikuna áðrenn. Sebastian er toppskorari í deildini.

B68 bleiv við, at skapa málmøguleikar og lá 2-0 máli líka, sum í luftini og fingu gyltan møguleika fyri tí, tá Stefan bleiv feldur í málteignum og dómarin var ivaleysur, tá hann dømdi straffi. Tíverri misnýtti, annars væl upplagdi Stefan brotsparki. Hann gjørdi tó skaðan góðan aftur við, at leggja B68 á odda 2-0 beint fyri hálvleik. hetta var eisini eftir hornaspark, har Dabo sendi bóltin inn fyri og við nærmara stólpa snittaði Sebastian bóltin og silgdi hann í millum vinir og fíggindar til Stefan rakti bóltin og skoraði sítt fyrsta mál í ár. Og var frøðin stór hjá B68 viðhaldsfólkunum. Reyði Pantarin vísti, at teir eru bestu áskoðarir í landinum.

Í seinna hálvleiki kom NSÍ til fleiri støður. Og var tann størsti kjansurin tá okkara Áki skallaði í móti egnum málið og Rói gjørdi eina meistarliga bjarging. Í móti dystar enda fekk NSÍ leikari beinleiðis reytt kort fyri eina heldur ov seina takling. B68 kom framm til nakrar støður og hevði Aleksandur tann besta møguleikan, men tíverri, so fór stútarin ikki í mál.

Eitt sera gott avrik frá okkara monnum.

Komandi dystur, sum verður heima í móti HB. Verður leygardagin 02.04.2022

2-2 javnleikur í fyrsta heimadysti í 2022

Í fyrsta heimadysti og grannauppgerð í móti Skála bleiv tað javnleikur, 2-2. Liðini áttu hvør sín hálvleik, og iðraðu báðir partar seg um, at ikki fáa fulla úrtøku. Tríggir nýggir spælarar fingu sín fyrsta dyst fyri B68. Teir vóru Aidian Liu, DABO og Gilli Samuelsen. Teir fyrst nevndu eru ávíkavist úr USA og Senegal. Aidan er leigaður úr Vejle, sum spælir í donsku Superliga’ini. Gilli er komin úr B36. Í dystinum fyri viku síðani spældu eisini tríggir leikarir fyrstu ferð fyri besta liðið hjá B68. Tað vóru daninir Niels Jensen og Sebastian L. Nielsen og so okkara egni 16 ára gamli Hanus Højgaard. Vegna serligar umstøður hjá Róa M. Hentze, so kom ein gamal kenningur inn á besta liðið hjá B68 inn eftir hálvleik. Tað var Ragnar Lindholm, sum hevur nomið sær løgreglu útbúgving niðri tey seinastu árini.

B68 legði seg á odda eftir hornaspark. Tað var Sebastian Lau Nielsen, ið hegnisliga við hælinum fekk mál. Skála javnaði við langskoti. Undir øllum vanligum umstøðum hjá okkara málverja, so hevði hetta ikki verið mál. Heimaliðið fall ikki í fátt og legði Sebastian B68 á odda 2-1 við hansara triðja máli í ár og er javnur toppskorari í Betrideildini. Hetta málið var eisini gott. Trekti framvið fleiri inni í málteignum og smekkaði til – kanska eitt sindur óvæntað fyri Skála-málverjan. B68 var omaná í fyrra hálvleiki og høvdu fleiri góð álop. Uttan so at koma til veruligar kjansir. Ein góðkendur fyrri hálvleikur av okkara monnum.

Skála tók yvir í seinna hálvleiki og lá tað í luftini, at teir fóru at koma til góðar støður frammanfyri B68 málið. Teir fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, men eftir 84 minuttir fingu teir so útjavnandi málið. Og kundi teir eisini farið við øllum, tá teir brendu ein risa møguleika í yvirtíðini.

Nú komandi fríggjakvøld, 18. mars, verður aftur grannauppgerð. Hesaferð við Løkin í Runavík og hava vit aftur ein góðan kjans at fáa stig. Men tað krevur sjálvsagt, at vit spæla upp til okkara besta. í fjør vóru allar grannauppgerðinar ímóti NSÍ javnar, tó so NSÍ vann allar við einum máli.

Lutaseðlar trektir

Vinningur 1. 3529
Vinningur 2. 3072
Vinningur 3. 6678
Vinningur 4. 1536
Vinningur 5. 1815
Vinningur 6. 4734
Vinningur 7. 7238
Vinningur 8. 2439
Vinningur 9. 3915
Vinningur 10. 5178

Steffan Abrahamsson Løkin til 2024

alan er um áleyparan Steffan Abrahamsson Løkin.
Steffan er, hóast bert 21 ára gaman, m.a. skrásettur fyri 58 dystir í bestu deildini umframt 20 dystur á ungdómslandsliðið og 2 evropacup dystir.
Vit ynskja Steffan alt tað besta!
Koyr á B68

Áki hevur longt sáttmálan!

Eitt av nógvu stjørnuskotunum í ár, Áki Johannesen, longdi í vikuni sáttmálan við B68.
Vit gleða okkum at síggja meira av Áka komandi árini!
Koyr á B68!

Nevndin hevur skipað seg

Í kvøld var eykaaðalfundur á Svangaskarði, eittans mál var á skrá, – nevndarval.

Í nevnd komu:
Ian D. Jacobsen, formaður
Petur Gaardlykke, varðaformaður
Niclas Allan Danielsen, peningarøkil
Hanna Krista Poulsen, skrivari
Mainhard Fróði Højgaard, ungdómsábyrgdari
Djóni Højgaard, nevndarlimur
Maria Jóhannusardóttir Joensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:
Arne Ree Winthereigh
Høgni Petersen

Andri á gosi til 2023

Andri Benjaminsen hevur í dag longt sáttmálan við tveimum árum, sotatt verður hann okkara til og við 2023 fyribils.
Vit ynskja honum alt tað besta.

Tríggir sáttmálar komnir undir land

Áðrenn flytingargluggin lat aftur, fingu vit leikaraloyvini hjá Ari Johannesen, Jákup Andrias Gaardbo og Haraldur R. Højgaard flutt til Toftir.
Nú hava allir skriva sáttmála við B68 árið út.
Vit ynskja teimum vælkomnar!
Koyr á B68!

Eykaaðalfundur 13. september 2021

Lýst verður til eykaaðalfund mánadagin 13. september 2021, kl. 19:00
Einasta mál á skránni er:

1) Val av nevnd.

Øll nevndin stendur fyri valið.
Kaffi og køkur vera at fáa.
– Starvsnevndin

Fótbóltsskúli á Svangaskarði

Nú ber til at melda børnini til fótbóltsskúla á nethandlinum hjá FSF.

Fótbóltsskúlin er fyri børn í aldrinum 7-15 ár (árg 2006 til og við 2014)

Fótbóltsskúlin á Svangaskarði verður leygardagin og sunnudagin 19. – 20. juni

Nærri kunning/lýsing kemur seinni.

Tað kostar 400 kr., men prísurin hækkar upp á 500 kr. tríggjar vikur áðrenn fótbóltsskúlin byrjar,

Sí. leinkju:
https://www.fsf.fo/fimm-fotboltsskular-i-summar/?fbclid=IwAR1RdH8elrji5GWMGNE9IZbJzx0oyJh9fXix3COt1LK2XLST6ZLhgIoyXI0

×