NSÍ – B68

Ársins fyrsta grannauppgerð, var við Løkin Leygardagin 19.03.2022

Í góðveðrinum hendan dagin, spældi B68 ein sera góðan dyst og vunnu 2-0 B68 hevur ikki vunnið í móti NSÍ í bestudeildini í 10 ár, so hetta var ein kærkomin sigur. Og góð byrjan uppá 60 ára veistluna, sum bleiv hildin sama kvøld á Svangaskarði.

B68 leygði eitt stórt trýst á NSÍ verjuna frá byrjan og skaptu B68 nógvar málkjansir í fyrra hálvleiki. Tó hevði Rói í málinum tvær meistarligar bjargingar í fyrra hálvleiki. B68 legði seg á odda tá umleið 15 minuttir vóru leiktir og var hetta eftir hornaspark. Bólturin bleiv skotin inn til nærmaru stong og har møtti Sebastian Lau Nielsen bóltinum fyrst og styrdi honum í málið. Hetta málið var meinlíkt 1-0 málinum ímóti Skála vikuna áðrenn. Sebastian er toppskorari í deildini.

B68 bleiv við, at skapa málmøguleikar og lá 2-0 máli líka, sum í luftini og fingu gyltan møguleika fyri tí, tá Stefan bleiv feldur í málteignum og dómarin var ivaleysur, tá hann dømdi straffi. Tíverri misnýtti, annars væl upplagdi Stefan brotsparki. Hann gjørdi tó skaðan góðan aftur við, at leggja B68 á odda 2-0 beint fyri hálvleik. hetta var eisini eftir hornaspark, har Dabo sendi bóltin inn fyri og við nærmara stólpa snittaði Sebastian bóltin og silgdi hann í millum vinir og fíggindar til Stefan rakti bóltin og skoraði sítt fyrsta mál í ár. Og var frøðin stór hjá B68 viðhaldsfólkunum. Reyði Pantarin vísti, at teir eru bestu áskoðarir í landinum.

Í seinna hálvleiki kom NSÍ til fleiri støður. Og var tann størsti kjansurin tá okkara Áki skallaði í móti egnum málið og Rói gjørdi eina meistarliga bjarging. Í móti dystar enda fekk NSÍ leikari beinleiðis reytt kort fyri eina heldur ov seina takling. B68 kom framm til nakrar støður og hevði Aleksandur tann besta møguleikan, men tíverri, so fór stútarin ikki í mál.

Eitt sera gott avrik frá okkara monnum.

Komandi dystur, sum verður heima í móti HB. Verður leygardagin 02.04.2022

Onnur tíðindi