Eykaaðalfundur hjá B68 Tofta Ítróttarfelag verður 11. septembur 2024 kl. 20.00 á Svangaskarði🔴
Eykaaðalfundur hjá B68 Tofta Ítróttarfelag verður 11. septembur 2024 kl. 20.00 á Svangaskarði🔴
Eykaaðalfundur hjá B68 Tofta Ítróttarfelag verður 3. septembur 2024 kl. 20.00 á Svangaskarði🔴
Eykaaðalfundur hjá B68 Tofta Ítróttarfelag verður 28. august 2024 kl. 20.00 á Svangaskarði🔴
Hóskvøldið 29. februar kl. 17:30 fara vit, at hava ein limadag og kl. 19:30 byrjar felags foreldrafund uppi á Svangaskarði.
Limadagur kl. 17:30 – 19:20
Vit vita, at nógv fólk, bæði her á staðnum og aðrastaðni, hava stóran áhuga fyri B68, og tí ynskja vit at økja limatali munandi.
Tí kunnu øll, ið ynskja at vera limir í felagnum, koma niðan og avgreiða sítt limagjald hendan dagin. Uttan limir, onki felag.
Limagjaldi er 300 kr. fyri hvørt ár.
Á skránni verður:
– Suppa, kaffi og kaka
– Møðuleiki at tekna seg sum lim
– Møguligt at keypa árskort
– Kunning um limagjaldið
– Betri deildar liði venur hetta kvøldið, so tað ber til at fylgja við har
– Jákup á Borg kemur at greiða frá pre season og hvat málið er fyri 2024.
– Nýggja leikaradraktin verður avdúka.
– Handilin hjá Reyða Pantarinum verður opin
Um tað ikki ber til at koma til limadagin, er tað eisini møguligt at MELDA SEG TIL HER
Trekt verður lut, ímillum allar limirnar, um eitt árskort til allar heimadystirnar hjá B68 í Betri Deildini 2024.
Felags foreldrafundur kl. 19:30
Á fundinum kemur okkara høvuðsungdómsvenjari, Rasmus, at greiða frá komandi fótbóltsárinum hjá okkara børnum og ungdómi. Eisini fer hann at greiða frá sínum leikluti í felagnum. Rasmus fer eisini at koma inn á, hvussu foreldrini kunnu hjálpa til at venja, og hvussu venjarauppgávurnar kunnu býtast soleiðis, at tað verður ein lættari uppgáva at átaka sær.
Eisini kemur hann at greiða frá nýggja fótbóltskúlanum Svangaskarð Camp.
Vit vóna at síggja nógv fólk uppi á Svangaskarði hetta kvøldið.
Koyr á B68!
Aðalfundurin ið skuldi verða mikukvøldið 31. januar, er útsettur til fríggjakvøldið 2. februar kl. 20:00.
Koyr á B68
Mánadagin 15. januar 2024 frá kl. 16:00 til kl. 20:00 verður árligi luttøkudagurin hjá B68 á Svangaskarði.
Øll ið ynskja at spæla fótbólt við B68 í ár, kunnu melda seg til og gjalda luttøkugjald.
Við í luttøkugjaldinum fær hvør leikari eitt sett av spæliklæðum til ognar, har navn og nummar verður prentað á bakið.
Á luttøkudegnum ber til at passa spæliklæðini, so at øll kunnu fáa røttu stødd.
Tá klæðini eru komin, kunnu tey avheintast á Svangaskarði.
Luttøkugjaldið fyri fótbóltsárið 2024 er 800 kr.
Tað skal vera stuttligt at spæla fótbólt við B68, og fótbóltur skal vera fyri øll.
Vit vóna at síggja so nógv børn og vaksin sum gjørligt til luttøkudagin.
Til ber at nýta frítíðarkortið frá Nes Kommunu til luttøkudagin.
Frítíðarkortið er galdandi fyri øll børn frá 0 – 18 ár.
Kaffi og okkurt gott afturvið verður sjálvandi eisini at fáa.
Koyr á B68!
Mikudagin 31. januar kl. 20.00 er aðalfundur á miðhæddini á Svangaskarði.
Skrá sambart viðtøkum.
Kaka, kaffi og te verður at fáa.
Koyr á B68
Her eber til at taka ein pdf niður við sangunum Reyði pantarin fer at syngja til steypafinaluna
Gjárakvøldið var eykaaðalfundur hjá Tofta ítróttarfelag.
Einasta mál á skrá var nevndarval. Í nevnd komu:
Formaður: Høgni Petersen
Næstformaður: Eyðun Petersen
Peningarøkil: Jóhan Dávur Højgaard
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Rógvi Hansen
Nevndarlimur: Filip Johannesen
Tiltakslimir eru Heini Mikkelsen og Andras Magnussen.
Koyr á B68!
Nýggjur høvuðsungdómsvenjari settur.
Rasmus Darre Haahr verður nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá B68.
B68 hevur gjørt avtalu við 32 ára gamla danan Rasmus Darre Haahr. Rasmus byrjar í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari tann 15. apríl.
Rasmus hevur UEFA A venjaraprógvið umframt ein BA í Ítrótti frá Københavns Universitet.
Rasmus kemur beint úr Keypmannahavn har hann dagliga lesur til lærara umframt at hann røkir eitt venjarastarv í HB Køge. Tvey tey komandi árini, verður hetta tó skift út við nýggjar avbjóðingar á Svangaskarði, sum hann gleðir seg nógv til.

