Aidan Liu heldur fram!

Sìðsta ár hevði B68 ein ótrúðligan endaspurt og var 4. besta lið eftir summarhálvuna. Við flestu av somu leikarum og framburðinum frá seinasta árið í huga og umframt nakrar nýggjar sera sera sterkar leikarar, kunnu vit nú síggja fram til at byggja uppá tað góða arbeiðið í felagnum og taka enn fleiri fet uppeftir.

Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, tí rómurin rundanum felagið, – Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar.

Eg eri klárur at fara til arbeiðis og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68

Villiam Klein hevur undirskriva sáttmála

Sterki og bólttryggi álposleikarin Villiam Klein hevur í dag undirskriva sáttmála viđ B68.

Villiam er uppvaksin í HB, men hevur eisini umbođa B36 og Undriđ.

Villiam hevur skotiđ 37 mál í 88 dystum í 1.deild og heili 25 mál í 25 dystum í U21 deildini. Ì 2020 skoraði Villiam hattrikk í Løgmanssteypinum móti grannunum á Skála ⚽️⚽️⚽️

“Eg havi nú í 2 mánar vant viđ her á Svangaskarđi, og føli eg, at hetta er rætta stađiđ hjá mær at mennast. Umstøđurnar eru framúr og hópurin hevur tikiđ sera væl ímóti mær” sigur Villiam Klein viđ B68 heimasíđuna.

Hjartaliga vælkomin á Svangaskarđ Villiam

B68 fer at spæla í Errea klæðum næstu 4 árini

Klædnaavtala er gjørd við Errea Nordic frá komandi árið og hon er galdandi fyri alt felagið.

Errea Nordic er heilsøla sum hevur lagur og høvuðssæti í Keypmannahavn, Errea Nordic hevur alla hugsandi útgerð ið kann brúkast til fótbólt og fjepparalutir.

Avtalan inniber, at vit fara at hava okkara egnu vørugoymslu liggjandi á Svangaskarð. Umframt at hava egnu vørugoymslu, fara vit í ár eisin at gera okkara egna snið til leikarabúnarnar komandi kappingarár.

Umframt at sniðgeva leikarabúnar, verður eisini ein serstakur fjepparabúni sniðgivin sum myndar góðu løturnar í felagnum ígjøgnum árini.

Leikarabúnin og fjepparabúnin fyri 2023 vera kunngjørdir afturvið einum kaffimunni 21.12.22 kl. 19:00 í B68 húsinum, tá vit eisini fara at burturluta leikarabúnarnar fyri júst farna kappingarár.

Vit síggja fram til samstarvið við Errea Nordic komandi árini.

Jónas í reyðum!

“Eg eri sera glaður at vera komin til B68. B68 er eitt felag við einum spennandi projektið, ið eg gjarna vil vera partur av. So spælir tað sjalvandi eisini nógv inn at jakup er venjari, ti hann kann hjalpa mær at mennast.

Eg eri eðymjúkur og klarur at geva 100%.”

B68 hevur skriva 2 ára sáttmála viđ energiska miđvallaran Jónas Warner. Jónas er 20 ára gamal og leikti 26 dystir fyri B71 í 2022 og skorađi 10 mál.

Vælkomin Jónas!

Er tað tær vit leita eftir? – ella var tað okkum tú leitaði eftir?

Vit eru framtíðin hjá B68. Vit elska Svangaskarð og fótbólt. 

Brennir tú eisini fyri fótbólti, og dugir tú at síggja teg á Svangaskarði saman við okkum og okkara venjarum? So er at søkja.   

Tí barna- og ungdómsliðini hjá B68 skulu hava nýggjan høvuðsungdómsvenjara.

Sum høvuðsungdómsvenjari hjá B68 kemur tú at hava fótbóltsfakligu ábygdina, umframt at ráðgeva, menna og vegleiða øllum barna- og ungdómsvenjarum. Eisini skal tú tryggja okkum eitt gott venjingarstøði og ikki minst trivna. 

Vilt tú vita meiri, so send okkum ein teldupost á hkp@b68.fo ella ring 506300.

Koyr á B68!

Reyður í minsta lagið í 2 ár!

Vit í B68 kunnu við stoltleika kunngera, at vit hava ognað okkum eitt tað evnaríkasta talenti í føroyskum fótbólti.

U21 landsliðsleikarin hevur valt at skriva undir 2 ára sáttmála við B68.

Hóast sín unga aldur, er hann ein sera komplettur áleypari. Hann er skjótur, sterkur, djarvur og hevur sera góðar bólteginleikar.

Í farna kappingarárið spældi hann 15 dystir og skoraði 6 mál – herav 3 í teimum trimum síðstu umførunim.

Fyri tað mesta spældi hann á vinstrakanti fyri NSÍ, men hann hann eisin røkja sentrala álopsplássið

“Hetta var ein stór avgerđ at taka, sum eg havi hugsa nógv um.

Eg eri spentur uppá projektiđ hjá B68, hópurin er ungur og spennandi og eg kenni flestu leikarnar.

Eisini spældi tađ nógv inn at Jákup á Borg er venjari og føli eg at hann kann menna meg sera nógv sum leikara.”

Ragnar Samuelsen er nýggjur reyður

Ragnar sigur stutt “- Hetta kennist sum tað rætta at gera beint nú, og eg eri spentur uppá tað sum B68 hevur gongd í. Samstundis hevur tað eisini talt upp, at sleppa at arbeiða saman við Jákup aftur.”

Vælkomin Ragnar!

×