Áki hevur longt sáttmálan!

Eitt av nógvu stjørnuskotunum í ár, Áki Johannesen, longdi í vikuni sáttmálan við B68.
Vit gleða okkum at síggja meira av Áka komandi árini!
Koyr á B68!

Nevndin hevur skipað seg

Í kvøld var eykaaðalfundur á Svangaskarði, eittans mál var á skrá, – nevndarval.

Í nevnd komu:
Ian D. Jacobsen, formaður
Petur Gaardlykke, varðaformaður
Niclas Allan Danielsen, peningarøkil
Hanna Krista Poulsen, skrivari
Mainhard Fróði Højgaard, ungdómsábyrgdari
Djóni Højgaard, nevndarlimur
Maria Jóhannusardóttir Joensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:
Arne Ree Winthereigh
Høgni Petersen

Andri á gosi til 2023

Andri Benjaminsen hevur í dag longt sáttmálan við tveimum árum, sotatt verður hann okkara til og við 2023 fyribils.
Vit ynskja honum alt tað besta.

Tríggir sáttmálar komnir undir land

Áðrenn flytingargluggin lat aftur, fingu vit leikaraloyvini hjá Ari Johannesen, Jákup Andrias Gaardbo og Haraldur R. Højgaard flutt til Toftir.
Nú hava allir skriva sáttmála við B68 árið út.
Vit ynskja teimum vælkomnar!
Koyr á B68!

Eykaaðalfundur 13. september 2021

Lýst verður til eykaaðalfund mánadagin 13. september 2021, kl. 19:00
Einasta mál á skránni er:

1) Val av nevnd.

Øll nevndin stendur fyri valið.
Kaffi og køkur vera at fáa.
– Starvsnevndin

Fótbóltsskúli á Svangaskarði

Nú ber til at melda børnini til fótbóltsskúla á nethandlinum hjá FSF.

Fótbóltsskúlin er fyri børn í aldrinum 7-15 ár (árg 2006 til og við 2014)

Fótbóltsskúlin á Svangaskarði verður leygardagin og sunnudagin 19. – 20. juni

Nærri kunning/lýsing kemur seinni.

Tað kostar 400 kr., men prísurin hækkar upp á 500 kr. tríggjar vikur áðrenn fótbóltsskúlin byrjar,

Sí. leinkju:
https://www.fsf.fo/fimm-fotboltsskular-i-summar/?fbclid=IwAR1RdH8elrji5GWMGNE9IZbJzx0oyJh9fXix3COt1LK2XLST6ZLhgIoyXI0

Skráin fyri Bilafestivalin

Skráin fyri Føroya Stórsta bilatiltak nakrantíð:

✅ KOSTNAÐUR fyri vitjandi : 0,- ✅

Millum útstillararnar verða millum annað; Berg Motors, Reyni Servive, Bilrøkt, Nordbil, Wenzel, Auto Servidce, Bilasølan, Nordcar, Autolakkering, Bilverkstaðið á Kambsdali, FTZ, Skeltið (folie), SEV, Amboð.fo, First Stop, Vollabúðin (Sùkklur), Billutir og fleiri aðrir.

https://www.facebook.com/BILAFESTIVALURIN

Leygardagur 17. apríl

14:00 Súni í Hjøllum setir Bilafestivalin í stóra Tjaldinum

14:15 Tivoli, Tombola og lutaseðlasøla byrja

15:00 Gadder’s framføra

15:00 Festivalbrúffurin fæst til keyps

16:00 Pallborðskjak um elbilar kontra vanligar bilar – (verður eisini stroymt)

17:15 Pallborðskjak: Píkadekk ella ikki – (verður eisini stroymt) m.a. Halleluja Sofus og Justin Philbeow luttaka Jaspur Langgaard verður orðstýrari

18:30 Magni Christiansen sygnur

20:00 Tjaldið letur aftur

Sunnudagur: 18. apríl

14:00 Tjaldð legur upp

14:00 Tivoli, Matsøla, Tombola og onnur eydnuspøl spøl

14:30 Barnakórini framførir

15:00 B68 – EB/Streymur – Løgmanssteypið (Ovari vøllur)

16:00 Signar í Homrum syngur

19:00 Føroya flottasti 4×4 bilur verður kosin

19:00 Flottasti útstillingsbilur verður kosin

19:00 Føroya flottasti bilur verður kosin

19:00 Vinnarar av lutaseðlum verða trektir

19:15 Ragnar í Vík syngur

20:00 Fyriskiparar takka fyri

B68 gjørt sáttmála við Freddy Adu árið út.

Nýggi leikarin hevur roynt eitt sindur av hvørjum og senast í Svøríki

Vit kunnu í dag boða frá, at B68 hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla heimskenda áleyparan Freddy Adu.

Freddy kom sum bert 16 ára gamal á Amerikanska landsliðið og hevur hann á yrkisleið síni havt nakrar framúrskarandi royndir við sær. Eitt nú hevur Freddy leikt við D.C. United, Benefica og AS Monaco.

Í senastuni hevur Freddy verið í Svøríki har hann í eitt stutt tíðarskeið spældi við Østerleen FF. Sáttmálin bleiv uppsagdur eftir 3 mánaðum og í hesum sambandið hevur Freddy vent sær til B68 um loyvi at spæla kappingarárið út,

Øssur Hansen, venjari hjá okkum hevri givið grønt ljós til at loyva Freddy at koma í hópin á líka føti við aðrar. Freddy kom til landið í gjár og skal sita í sóttarhaldið í íbúðunum á ovastu hædd í B68 húsinum.

Freddy hevur víst framúrskarandi form og um alt gongst sum ætlað, verður Freddy Adu við ímóti TB um góðar 10 dagar. Av tí at Freddy Adu er kontraktleysur ber til hjá honum at skfita til B68 uttanum flytingarvindeyga.

Venjarafundur

Venjarar úr øllum ungdómsdeildunum hava í dag verið á venjarafundi á Svangaskarði. Lukasz Cieslewicz greiddi m.a. frá hvat ætlanin er at fremja komandi kappingarárið og eftir hvørjum leisti venjingarnar fara fram komandi tíðina. Eisini bleiv kunngjørt, at allar ungdómsdeildirnar kunnu venja í minsta lagið 3. ferðir um vikuna.

Øssur Hansen greiddi frá “Sideline” ið er eitt forrit at gera venjingar útfrá, soleiðis at venjingarnar ið valdar vera eru passandi til ungdómsliðini hvør sær.

Venjarafundurin er ein liður í at skapa ein reyðan tráð frá yngstu til elstu deildina.

Eisini bleiv greitt frá, at høvuðsungdómsvenjarin, Lukasz Cieslewicz, fer at brúka leikarar frá bestu deildini til allar yngru deildirnar, soleiðis at hesir eisini kunnu nema sær kunnleika innan venjaraleiklutin.

Sum nakað nýtt fer B68 at hava koordinatiónsvenjing 3. ferð um vikuna fyri allar aldurbókar. Hesa uppgávuna fer Chris Jastrzembski at taka sær av, sum bleiv settur fyrr í vikuni.

Umframt koordinatiónsvenjingarnar hevur B68 sett Kenneth Bergkvist sum kropsligan venjara, hansara uppgáva verður at geva leikarum hvør sína kropsliga venjingarætlan umframt hvør sína kostplan at fylgja.

Maria J. Joensen, samskipari, greiddi frá venjingarskemanum og hvønn leiklut ymsu venjararnir hava viðv. Comet o.ø. praktiskum tingum

×