Heja Sverige

24 ára gamli saltnesmaðurin Rangnar Lindholm, ið er málverji, hevur sín fótbóltsuppvøkstur í B68. Í ár er hann ikki at finna í B68, og ivasamt verður hvussu fótbóltsframtíðin hjá Ragnari kemur at síggja út, tí hann er farin niður til Danmarkar at lesa. Í Danmark hevur Ragnar tikið eitt forkursus sum politistur, sum hann skal hava fyri at søkja víðari sum politistur. Annars er Ragnar enn ikki byrjaður aftur at spæla fótbólt, men hevur kortini ætlanir um tað seinni.

Ragnar Lindholm er eisini í hesum døgum raktur av HM fepri, og sum tey flestu kanska longu vita, er Ragnar hálvur svenskari. Av tí sama er hann sera spentur í tí svenska landsliðinum, og fylgir teimum dúgliga eisini.

Hesar spurningarnar niðanfyri settu vit Ragnari, og sigast skal at spurningarnir vóru settir honum áðrenn HM veruliga fór í gongd. Vit takka honum fyri at hann vildi svara honum uppá spurningarnar, og vilja samstundis ynskja honum góða eyðnu í Danmark, og tað sama við Svøríki í HM. 

  • Hvørjar vónir hevur tú til Svøríki?

Vónirnar eru á einari leið. Aftaná EM 2016 kann alt ganga betur. Stamman av leikarum er nakað betur nú, enn hon hevur verid tey seinastu árini. Vónandi vera tað nakrir individualistar, sum sláa til. Eg vanti vit koma víðari úr bólkaspælinum.

  • Hvør vinnur HM og hví?

Belgia. Tí teir hava so nógvar fantastiskar individualistar. Eg trúgvi, at spælmessiga fer tað at rigga hjá teimum.

  • Hvør verður tað størsta yvirraskilski, og hví?

Eg vanti og hopi at Ísland enn einafer ger eitt bragd. Við teirra eyðkenda stríðsvilja og samanhaldi, vanti eg, at teir aftur hesuferð kunnu fremja eitt bragd.

  • Hvør verður tað størsta vónbrotið, og hví?

Eg vanti Frankaríkið verður millum tey størstu vónbrotini. Teir mangla eina leiðaratypu á vøllinum, sum Zidane. Alt órógvið, sum hevur verið rundan um liðið, trúgvi eg, kemur eisini at spæla ein stóran leiklut.

  • Hvør besti leikari undir HM, og hví?

Ronaldo. Hann hevur fingið nakað av kritikki í seinastuni, tí, at mett verður, at hann, seinastu tíðina, ikki hevur veri líka góður sum áður. HM hevði veri eitt gott høvið at prógva sín kvalitet.

  • Hvør verður HM toppskjútti, og hví?

Ronaldo. Óansæð um hann hevur ein ringan ella góðan dag, so vísir tað seg, at hann skorar alíkavæl.

  • Hvør leikari fær sítt veruliga gjøgnumbrot?

Málmaðurin hjá mexico, Guillermo Ochoa

Koyr á B68

15. umfar á skránni

Leygardagin er 15. umfar á skránni í 1. Deild, har B68 vitjar Skála, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Seinasta umfar gekk tað eisini væl hjá Skála, sum vann ein greiðan 5-2 sigur á NSÍ. Undan dystinum er eisini ilt at meta um hvat Skála kemur við, tí Skála hevur leikt í Betrideildini í kvøld, og kunnu tí allir eykaleikararnir leika við ímóti B68. Tí kann man eisini rokna við einum sera torførum dysti hjá B68, sum einans hevur fingið 4 stig í 6 dystum á útivølli í ár.

Eftir at B68 bara hevði fingið eitt stig í trimum umførum á útivølli, gekk frægari seinast, har B68 vann 2-1 á HB á Svangaskarði. Vónandi gongur tað eisini gott ímorgin, har B68 eisini skal til at fáa góð úrslit á útivølli. B68 liðið hevur eisini verið hart rakt av skaðum í ár, men sum vit hava sæð tað, koma menn í mans stað. Fitt av ungum og evnaríkum leikarum hava eisini fingið nógva spælitíð í ár, og tað er eisini gleðiligt, og umráðandi at man vísir teimum álit og tað sama hevur tolsemi yvirfyri teimum.

Tað verður altso leygardagin kl. 15.00, at dysturin á Skála verður bríkslaður í gongd, og vónandi møta B68 fjepparar fjølmentir til dystin at heppa á B68.

Koyr á B68.

Áfram Ísland

Í samband við, at tað HM er á skránni í Russlandi, hava vit her á heimasíðuni spurt nakrar persónar kring B68, sum hava eitt ella annað tilknýti til okkurt av londunum, sum eru við í HM nakrar spurningar, sum sjálvandi hava nakað við HM at gera.

Johnleif Gerðisá, sum er 37 ár, hevur í nógv ár verið aktivur í B68. Fyrst sum leikari, síðani hevur hann eisini verið samkipari, dómari, venjari, umframt at hann eisini hevur verið í ungdómsnevndini. Johnleif hevur eisini verið linjuverji í føroyskum fótbólti í fleiri ár eftir hondini.

Líka sum tey flestu er Johnleif Gerðisá eisini sera spentur í hesum døgum nú HM fepurin hevur rakt samfelagið. Johnleif er hálvur íslendingur, og tí er hann sjálvandi stórur fjeppari av íslendska landsliðinum.

Hesar spurningarnar niðanfyri settu vit Johnleifi

1.) Hvørjar vónir hevur tú til Ísland? Tað hevði verið stuttligt, um teir kláraðu at endurtaka bragdið frá EM í fjør, men eg rokni við, at tað verður trupult hjá Íslandi at spæla seg víðari. Argentina, Kroatia, Nigeria eru góð lið og stórar fótbóltstjóðir. Serliga tvey tey fyrstnevndu liðini hava stjørnuleikarar og breiðan hóp, so eg vænti, at ísland og Nigeria koma at kappast um 3. plássið.

2.) Hvør vinnur HM og hví? Eg havi Týskland, Frakland, Brasilia ella Spania sum favorittar. Hesi londini kenna væl til favoritt rolluna og londini hava eisini stjørnuleikarar og breiðan hóp, og eg rokni við at tað fer at gera, at tey koma sera langt.

3.) Hvør verður tað størsta yvirraskilski, og hví? Russland kann gott gera ein vørr, tí teir eru á heimavølli, hava alla tjóðina aftan fyri seg til hvønn dyst og áskoðararnir kunnu føra og bera liðið fram.

4.) Hvør verður tað størsta vónbrotið, og hví? Tá man hugsar um, hvussu stórar fótbóltstjóðirnar Ongland og Argentina eru, so vænti eg ikki, at tey koma serliga langt. Tey spæla seg kanska víðari og verða so útsligin. Hví, tí tey fáa tað sjáldan at koyra, tá tey skulu levera ella tá ið á stendur!

5.) Hvør besti leikari undir HM, og hví? Ronaldo verður nokk besti leikarin í HM. Liðið hjá Portugal er bygt rundan um hann, og hann veit, nær hann skal sláa til.

6.) Hvør verður HM toppskjútti, og hví? Ronaldo ella Romelu Lukaku verður nokk toppskjútti. Báðir hava góðar viðleikarar rundan um seg, og teir hava ikki so sterk lið í fyrsta bólkaspælinum.

7.) Hvør leikari fær sítt veruliga gjøgnumbrot? Ringt at siga – kanska Kylian Mbappe hjá Fraklandi

Koyr á B68

Koyr á Serbia

Í samband við HM, ætla vit á heimasíðuni hjá B68, at seta onkrar spurningar til persónar kring B68, sum hava okkurt við eitt HM land at gera. Hesaferð hava vit sett okkum í samband við serban Alex (Alexandar) Jovevic, sum í ár er nýggjur í B68. Alex er venjari hjá 2. Deild, umframt at hann eisini er hjálparvenjari hjá 1. Deild.

Alex kom sum 25 ára gamal til Føroyar í 2003, at leika við Skála, og árið eftir var hann í NSÍ, og síðani í TB í 2005. Í 2006 gekk leiðin til ÍF, og har var hann so til árið í fjør, fyrst sum leikari og seinni eisini venjari. Alex Jovevic er annars skrásettur fyri 173 dystir í bestu deildini, har hann eisini skoraði 4 mál, har 2 av teimum vóru ímóti B68.

40 ára gamli Alex Jovevic er ættaður úr Beograd, sum er høvuðsstaðurin í Serbia. Áðrenn Alex kom til Føroyar leikti hann við liðnum Srem úr býnum Sremska Mitrovica. Tá var ein ungur og evnaríkur leikari í hópinum hjá Srem, sum nevnist Branislav Ivanovic, og tað var eisini ein leikari, sum sá upp til Alex, sum var ein av teimum royndu leikarunum í Srem, meðan Branislav var ungur og óroyndur. Ivanovic kenna vit øll frá tíðini í Chelsea, har hann leikti í heili 10 ár, og har hann vann Premier League 4 ferðir og Champions League einaferð. Ivanovic er annars mest kendur fyri at verða bitin í armin av Suares. Ivanovic er eisini landsliðsleikari hjá Serbia, og tá Serbia leikti á Tórsvølli ímóti Føroyum í 2009, slapp Alex so at hitta Ivanovic aftur, og teir báðir sótu og prátaðu saman í fleiri tímar á Hotel Føroyum, har Serbisku leikararnir gistu, um gamlar dagar og hvussu tað hevur hilnast hjá hvørjum øðrum hesi seinastu árini.

Annars trívist Alex sera væl í Føroyum, har hann hevur gift seg við føroyskari kvinnu, umframt at børn eisini eru komin til høldar.

Hesar spurningarnar niðanfyri settu vit Alex Jovevic í samband við HM

1.) Hvørjar vónir hevur tú til Serbia? Eg havi góðar vónir til at Serbia kemur víðari úr bólkinum, og síðani hevur tað nógv at siga hvønn teir møta.

2.) Hvør vinnur HM og hví? Spania er favorittur at vinna, tí teir hava spælt tann sama spælistýlin í fleiri ár. Tað riggar eisini fínt við teimum leikarum og profilum teir hava á liðinum.

3.) Hvør verður tað størsta yvirraskilski, og hví? Tað kann væl vísa seg at fara at verða Belgia. Teir hava so nógvar einstaklingar í liðinum, sum eisini spæla við teimum størstu liðunum í Evropa. Øll hava eisini bíða eftir teimum í fleiri ár, so nú er kanska tíðin, har teir sláa til.

4.) Hvør verður tað størsta vónbrotið, og hví? Tað kann væl gerast Argentina, tí nú halda øll at tað er seinasti kjansurin hjá Messi, at vinna HM. Tað fer eisini at seta stórt trýst á bæði Messi og Argentina.

5.) Hvør verður besti leikari undir HM, og hví? Ronaldo, tí hann er eisini altíð svangur at vísa at hann er best.

6.) Hvør verður HM toppskjútti, og hví? Ronaldo, tí alt er bygt rundanum hann, umframt at tað er hann, sum tekur øll fríspørk og brotsspørk.

7.) Hvør leikari fær sítt veruliga gjøgnumbrot? Sergej Milinkovic Savic úr Serbia er ein komandi stjørna á fótbóltsvøllinum, og hann vil vísa allar hansara dygdir undir hesum HM. Nakað, sum mær eisini vil dáma sera væl.

Her frá takka vit Alex fyri at hann vildi svara uppá Spurningarnar, og vilja vit ynskja honum og Serbia bestu eydnu í HM.

Koyr á B68

Dystarfrásøgn: Tepur arbeiðssigur

Í góðveðrinum í dag, hevði B68 vitjan av HB, har B68 skuldi royna at venda keðiligu gongdina hesi seinastu umførini. Tað gekk eisini til fulnar, har B68 vann dystin 2-1, og har øll málini komu í fyrra hálvleiki. Kappróður og HM fótbóltur gjørdu kanska sítt til, at tað ikki vóru so nógvir áskoðarar til dystin, sum Bjarki Danielsen bríkslaði í gongd kl. 16.00. Esmar Clementsen og Niklas Joensen vóru ikki við vegna skaða, meðan 16 ára gamli Karstin Clemsentsen, sum bróður Esmar var við frá byrjan, og tað var samstundis hansara fyrsti dystur á besta B68 liðnum.

Frá fyrsta bríksl, royndi B68 at seta seg á dystin, hóast tað byrjaði heldur varliga. HB liðið var væl manna við góðum leikarum, sum eisini hava royndir úr Betrideildini. Tá 23 minuttir vóru leiktir sóu vit eitt gott B68 álop, har Emil Ronaldsson spældi Svein Justinussen leysan, og hann skoraði til 1-0 til B68. B68 setti seg nú eisini meiri á dystin, og tá 35 minuttir vóru leiktir sóu vit aftur eitt sera gott álop. Emil Ronaldsson, sum var eyðsýndur í dag, vann bóltin á miðvøllinum, sendi bóltin fram í HB brotsteigin, har Svein var leysur, og hann trillaði bóltin yvirum til Karstin Clementsen, sum skoraði til 2-0 í sínum allarfyrsta dysti. B68 leikararnir høvdu tíverri ikki fingið armarnar niðuraftur, tí í næsta álopinum, var tað Niklas Kruse hjá HB, sum minkaði um munin eftir einmans avrik í teirra høgru síðu. Meiri hendi tó ikki í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur var mest sum allur eitt langt álop á B68 málið, men B68 leikararnir stóðu væl á vøllinum, og vardu fyri. HB megnaði ikki at spæla seg fram til ein tann einasta veruliga opna málkjans, kortini vóru fleiri spentar støður í B68 brotsteiginum, tá HB hevði sínar deyðbóltar. Ta einu ferðina rakti HB stongina eftir fríspark, kortini sá tað út sum um, at Petur Meinhard nokk hevði bjargað skotinum, um tað hevði verið innanfyri. Hinvegin átti B68 kanska havt avgjørt dystin uppá kontra, har B68 hevði tveir sera stórar málkjansir; Fyrst var tað Svein Justinssen, sum var púra leysur, har hann royndi seg við skoti úr spískum, men HB málverjin bjargaði til horna. Síðani var tað Emil Ronaldsson, sum eisini var púra leysur, tá hann royndi seg við høvdinum eftir gott innlegg, men heldur ikki hann megnaði at fáa bóltin í málið.

Tað gjørdist so ein fult uppiborin 2-1 sigur á HB, og frøðin var eisini stór tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, har leikt var næstan 6 minuttir yvirtíð. Sigurin hevur við sær, at B68 framvegis er nr. 4, men bara 1 stig aftanfyri bæði ÍF og NSÍ, sum liggja ávikavist nr. 2 og 3. Tvey umfør eru eftir til summarsteðgin, har B68 skal leika bæði á útivølli, fyrst á Skála og síðani á Sandi.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18441&pid=

Koyr á B68

Søtur sigur hjá 2. Deild

2. Deild hjá B68, har Alex (Alexander) Jovevic er venjari, fingu eina heldur trivaliga byrjan uppá kappingina, har B68 eftir tey fyrstu 5 umførini var undir strikuni við einans trimum stigum. Kortini var B68 leikliga væl við í fleiri av teimum dystunum, men tíverri koppaði tað heldur hinvegin, og einasti sigurin var í Runavík ímóti NSÍ, har B68 vann 5-2.

Hesi seinastu 6 umførini hevur tað tó eydnast frægari, har B68 hevur vunnið tríggjar, leikt tveir javnar og eitt tap, og 11 stig á kontoina, og har B68 nú hevur 14 stig. Undan dystinum ímóti NSÍ í kvøld, var B68 á 8’inda plássinum, 4 stig frammanfyri NSÍ á 9’inda plássinum. Við sigrinum í kvøld hevur B68 lagt NSÍ 7 stig afturum seg, og hava samstundis yvirhálað bæði KÍ og 07 Vestur, sum tó leika sínar dystir ímorgin.

Talan var annars um ein javnan dyst, har tað var lagt ímillum teir heilt stóru kjansirnar, men kortini vóru kjansirnir stórir tá teir vóru har. Einasta málið í dystinum skoraði Otto R. Petersen miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist leysur eftir eina langa sending, har NSÍ verjuleikarin var farin skeivur av sendingini. Sigurin kundi fara báðar vegir, og tí smakkaði tað væl eisini hjá B68. Heini Kristiansen í B68 málinum, leikti ein framúr góðan dyst, meðan allir leikararnir hjá B68 stríddust manniliga fyri hvørjum øðrum.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast á faroesoccer við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18637&pid=51

Koyr á B68

14. Umfar á skránni

Leygardagin kl. 16.00 er 1. Deildarfótbóltur aftur skránni tá teir næstbestu hjá HB koma á vitjan hjá B68 á Svangaskarði. Uttan iva ein torførur dystur, tí man veit ongantíð hvat er uppi ímóti tá man møtir teimum næstbestu hjá teimum, sum leika í Betrideildini.

Hesaferð er tað sum kunnugt HB, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting, sum er á vitjan á Svangaskarði. HB er nr. 7 við 11 stigum, og bara eitt stig fleiri enn Giza Hoyvík á 9’inda plássinum. Á einum góðum degi kunnu HB eisini arga øll lið, og tað prógvaðu teir m.a. tá teir á heimavølli vunnu 4-2 á ÍF.

Eftir skeivu gongdina hesi seinastu 3 umførini á útivølli, har B68 einans hevur fingið 1 stig, skal nú B68 reisa seg aftur. Útivøllurin hevur eisini hilnast sera illa, har B68 einans hevur fingið 4 av 18 møguligum stigum. Einastu ferð at B68 hevur vunnið á útivølli, var ímóti júst HB. Á heimavølli hevur hinvegin hilnast sera væl, har B68 hevur vunnið allir 7 dystirnar higartil, og so er bara vóna at tað gongur líka væl í morgin.

B68 er annars nr. 4, har sum B68 eisini endaði í fjør, og tað gevur sum kunnugt ikki uppflyting. Men ÍF á triðja plássi, er bara eitt stig frammanfyri B68, meðan NSÍ á øðrum plássi er 4 stig frammanfyri. NSÍ hevur longu leikt hetta umfarið har teir taptu á Skála, og tí kann B68 við einum sigri á HB leggja seg nærri at teimum.

Men vit fáa at síggja ímorgin og vóna sjálvandi at B68 viðhaldsfólk møta fjølment.

Koyr á B68

Viva España

Í samband við, at tað er HM á skránni í Russlandi, hava vit her á heimasíðuni spurt nakrar persónar kring B68, sum hava eitt ella annað tilknýti til okkurt av londunum, sum eru við í HM nakrar spurningar, sum sjálvandi hava nakað við HM at gera.

Ein av teimum er 32 ára gamli spaniólin í B68, Pedro Tarancon Anton, sum hevur verið á Toftum hesi seinastu 2 árini. Á Toftum hevur Pedro eisini møtt kærleikanum, og á myndini síggjast eisini foreldrini hjá honum. Tey vóru her á vitjan fyrr í ár, tá dóttirin hjá Pedro og Juliu var doypt, har hon fekk vakra navnið Maribel.

Hesar spurningarnar niðanfyri settu vit Pedro

1. Hvørjar vónir hevur tú til Spania? – Eg vóni sjálvandi at Spania vinnur HM, ella minimum kemur til semifinaluna.

2. Hvør vinnur HM og hví? – Spania, tí eg dugi ikki at ímynda mær at nakað annað lið vinnur HM, tí vit hava sera góðar spælarar, sum gera tað møguligt at vinna.

3. Hvør verður tað størsta yvirraskilski, og hví? – Belgia, tí at teir hava ein sera góðan hóp, so kanska tað fer at ganga betri hjá teimum hesaferð.

4. Hvør verður tað størsta vónbrotið, og hví? – Argentina, tí at liðið spælir ikki væl saman og tí teir kláraðu AKKURÁT at kvalifisera seg til HM.

5. Hvør er besti leikari undir HM, og hví? – Neymar, tí hann er ótrúliga góður, liðið hjá honum er sera gott og hann er hungrar eftir at vinna okkum stórt!

6. Hvør verður HM toppskjútti, og hví? – Griezman, tí hann hevur góðar leikarar við síðurnar av sær, Mbappe og Dembele og aftanfyri seg, Pogba. Saman spæla teir sera væl!

7. Hvør leikari fær sítt veruliga gjøgnumbrot? – Marcos Asensio(Spania)

Vit takka Pedro fyri at hann vildi svara uppá spurningarnar, og ynskja honum og Spania góða eydnu í HM. Spania leikar annars sína fyrsta dyst í kvøld, har europameistararnir úr Portugal taka ímóti.

Koyr á B68

Dreingir U15 flúgvandi byrjan

Fyrr í ár megnaði B68 at vinna B bólkin í innleiðandi kappingini hjá U15 dreingjum, og samstundis leiktu seg upp í A bólkin, har leikt verður um FM. Mótstøðuliðið í dag, var HB b, sum innleiðandi endaði niðast í A bólkinum, og harvið skuldu teir leika dyst ímóti AB, sum endaði nr. 2 í B bólkinum, einans 1 stig aftanfyri B68. HB vann samanlagt á AB og tí sluppu teir at halda á fram í A bólkinum. Hini 6 liðini í A bólkinum eru KÍ a, HB a, B36 a, NSÍ a, EB/Streymur a og Víkingur.

Tað var eisini framúr gott veður á Svangaskarði, tá Rúni Gaardbo bríkslaði dystin í gongd. At byrja við leikaði javnt á, har HB var eitt sindur meiri á bóltinum, og har tað fyri tað nógva gekk fyri seg á B68 hálvuni frá sekstan metrinum og fram til miðvøllin. B68 byrjaði varliga, har leikararnir kortini funnu væl hvønn annan við góðum samanspæli. Tá fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin, vinnur Eli bóltin á miðvøllinum, spælir aftur til Hjarnar, sum við framúr góðari og langari sending sendir Richard avstað, har hann rennur frá øllum og skorar trygt til 1-0 til B68. Stutt seinni er tað Richard, sum er uppá spæl í vinstru síðu, og við einari góðari sending, sendir hann Fríða avstað, og hann rennur eisini frá øllum og skorar trygt til 2-0 til B68. Spælið var hitt sama, og stutt fyri hálvleik, var Richard enn einaferð sendur avstað, hesaferð eftir góða sending frá Dominick, og Richard skorar trygt til 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Uttan iva ein góður hálvleikur hjá B68, sum skoraðu uppá sínar kjansir, og sum eisini hildu HB frá teimum heilt stóru kjansunum.

Í seinna hálvleiki var B68 greitt omaná, har álopini skolaðu niður ímóti HB málinum. Tað vóru heldur ikki nógvir minuttir leiktir tá Richard vinnur bóltin á miðvøllinum, rekur fram eftir, og nakað uttanfyri brotsteigin smekkar hann til, har bólturin rýkur upp í málhornið. Eitt sera gott mál, sum uttan iva man verða eitt gott boð uppá ársins mál á Svangaskarði. B68 hevur ikki so breiðan hóp og onkrir skaðar vóru eisini at hóma, og tí vóru m.a. Astrid R. Petersen og Jórun í Túni Petersen, sum leika við U15 gentum við í hópinum, og tær vóru nú báðar skiftar inn, og gjørdu tað eisini framúr væl. B68 helt á fram við tí góða álopinum, har Richard vinnur bóltin á HB hálvuni, spælir fram til Fríða, sum gerst leysur og hann skorar til 5-0. Stutt seinni er tað so Richard, sum verður spældur fríur eftir gott B68 álop við fáum berøringum, og hann skorar til 6-0 úr spískum.

Seinastu løtuna fekk B68 3 mál afturat. Fyrst eftir trunkaspæl, har málverjin hjá HB bjargar í fyrstu atløgu, síðani rakar Astrid á stongina, og til seinast er tað so Jákup, sum skjýtur bóltin í málið til 7-0. Løtu seinni er Hjarnar uppá spæl í HB brotsteiginum heilt niðri við baklinjuna, har hann sendur bóltin innfyri og úr spískum flugtar Fríði bóltin í málið til 8-0, og eitt sera vakurt mál. Til allarseinast fær B68 fríspark beint uttanfyri HB brotsteigin heilt út ímóti síðuni, og í besta Dybala stíli snúrar Hjarnar bóltin upp í nærmasta hálhorn, og enn eitt sera vakurt mál til endaliga úrslitið 9-0 til B68.

Uttan iva ein sera góð byrjan hjá B68 uppá kappingina í A bólkinum, og kanska eisini tann besti dysturin hesir leikararnir nakrantíð hava leikt. Gott nokk endaði HB b aftast í A bólkinum, meðan B68 vann B bólkin, men tað var kortini við tógvið stríð, har B68 fekk harða mótstøðu frá hinum liðunum og har B68 vann ongan dyst við fleiri enn tveimum málum. Næsti dystur hjá B68 verður komandi leygardag, har KÍ kemur á vitjan á Svangaskarði. KÍ endaði fremst í A bólkinum innleiðandi, og í steypakappingini vann KÍ heili 12-0 á B68, so tað verður uttan iva ein torfør uppgáva hjá B68

B68

Svenn Danielsen – Rói R. Hansen, Fríði í Túni Petersen, Jákup Nesá, Dávid Olsen – Richard H. De Franca, Heini Fossdalsá, Hjarnar Johansen, Hilmar á Regni Højgaard – Andrass Højgaard, Eli Hansen – Dominick Troleis, Astrid R. Petersen, Jórun í Túni Petersen.

Venjari hendan dystin var Kjartan Højgaard

B68 – HB b 9-0 (3-0)
1-0 Richard H. De Franca
2-0 Fríði í Túni Petersen
3-0 Richard H. De Franca
4-0 Richard H. De Franca
5-0 Fríði í Túni Petersen
6-0 Richard H. De Franca
7-0 Jákup Nesá
8-0 Fríði í Túni Petersen
9-0 Hjarnar Johansen

Koyr á B68

×