
Dystir hesa vikuna


Niðanfyri er yvirlit yvir komandi dystir hjá B68

Soleiðis verður vant í seinnu hálvu hjá Gentum og Dreingjum U15 hjá B68.
Gentur

Mánadag
Kl.16.30 – 17.10 (uttandura)
Kl.17.15 – 18.00 (fysiskt innandura)
Týsdag
Kl. 17.00
Hósdag
Kl. 16.00
Dreingir

Mánadag
Kl.16.30 – 17.10 (uttandura)
Kl.17.15 – 18.00 (fysiskt innandura)
Mikudag
Kl.16.00
Hósdag
Kl. 17.00
Fríggjadag
Kl. 17.00
Dystarfrásøgn:
Týdningarmikil sigur hjá 2. Deild
Leygardagin seinna partin hevði 2. Deild hjá B68 vitjan av 07 Vesturi, í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Undan dystinum lá B68 á 7. Plássinum við 14 stigum, meðan 07 Vestur lá undir niðurflytingarstrikuni á 9. Plássinum við 9 stigum. Tí var tað týdningarmikið fyri bæði liðini at vinna dystin.
B68 vann eisini dystin 2-0, eftir at støðan var 0-0 í hálvleikinum. Í fyrsta minutti av seinna hálvleiki, legði Bárður Ó. Jensen B68 á odda 1-0, og 9 minuttir seinni, var tað Ovi Brim, sum skoraði til endaliga úrslitið 2-0 til B68.
Uttan iva ein týdningarmikil sigur til B68, sum eisini var greitt tað betra liðið. B68 leingi lá og rótaði niðri í botninum, men nú bara 4 umfør eru eftir at leika, hevur B68 vunnið seg fram á 6. Plássið við 8 stigum niður til niðurflytingarstrikuna.
Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at trýsta á slóðina niðanfyri.
Koyr á B68
Dystarfrásøgn: Tóku ikki av møguleikanum
Undan grannauppgerðini ímóti NSÍ, lá B68 tvey stig frammanfyri grannarnar, og B68 kundu tí við einum sigri leggja seg 5 stig framum. Hóast talan var um ein javnan dyst, við góðum málkjansum báðar vegir, var B68 kortini greitt omaná, tá talan var um teir heilt stóru málkjansirnar, og B68 átti tí at havt vunnið dystin, sum tó endaði við javnleiki 1-1, eftir at støðan var 0-0 í hálvleikinum.
B68 dagur var á skránni á Svangaskarði, og tað vóru eisini nógvir áskoðarar, tá Petur Reinert bríkslaði dystin í gongd. Nakað av vindi var, har B68 hevði undanvind í fyrra hálvleiki. Petur í Túni Petersen var við aftur eftir leikbann, meðan Johnleif Højgaard fekk teir seinastu minuttirnar, eftir at hann ikki verið við síðani triðja umfar.
Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, har leikferðin var høg, og har liðini skiftust um at hava góðar periodir við góðum málkjansum. Talan var ikki um ein hart leiktan dyst, tí einki kort varð givið. B68 rakti tríggjar ferðir yvirliggjaran, einar tríggjar ferðir var B68 leikari mest sum leysur í brotsteginum, uttan at tað gav úrslit. B68 hevði eisini fleiri góðar støður eftir deyðbóltar, men altíð var eitt NSÍ bein í vegin. NSÍ hevði eisini sínar kjansir, har sera vandamikli Jann Benjaminsen rakti stongina við góðum skoti útifrá, umframt at teir eisini rakti yvirliggjaran, tá ein B68 leikari skuldi skjóta bóltin burtur, men rakti bóltin so mikið illa.
Málini komu eftir stutt millumbil í seinna hálvleiki, har tað var B68, sum legði seg á odda. B68 leikararnir vóru til tíðir raskir at stressa NSÍ verjuni at gera mistøk, og tað gav eisini úrslit tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Ein B68 leikari vinnur bóltin frá einum NSÍ’ara, sendir ein eyðsýndan Óla Højgaard Olsen avstað, og við einari góðari sending tvørturum, finnur hann Svein Justinussen, sum skorar til 1-0. NSÍ svarar aftur 5 minuttir seinni, tá B68 missa bóltin í uppspælinum, har tað gongur skjótt hinvegin, og teir fáa eitt horna. Hornað verður sent væl innfyri, har ein púra fríur Atli Petersen stútar bóltin í málið til 1-1.
Eftir dystin vóru B68 leikararnir eisini vónbrotnir, og tað hava teir eisini allan rætt til, tí eydnan var ikki veruliga við teimum.
Komandi umfar verður leikt mikudagin, tá Giza/Hoyvík vitjar á Svangaskarði.
Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at trýsta á slóðina niðanfyri.
Koyr á B68
Her vinna okkara menn 3-0 á næstbesta liðinum hjá TB/FCS/ROYN
Hósdagin 13. septembur, kl. 19.30 verður eykaaðaðlfundur á Svangaskarði.
Bert eitt punkt er á skránni, og tað er væl av nevndarlimum. Rógvi Hansen og Jóhan Dávur Højgaard, koma at røkja aðrar uppgávir í felagnum, og fara tí úr starvsnevndini – tí mugu tveir nýggjir nevndarlimir veljast.
Møti fjøllment
B68
B68 dagurin, er fyri alla bygdina. Ung sum gomul. Tí hevur felagið valt eina skrá, ið kemur flestum fólkum í Nes Kommunu við. B68 hevur fingið endurreist hendan dagin og HEILSA er høvuðsevnið á degnum.
Tiltakið verður 18.august leygardagin og verður í ár sett av Kristian Poulsen, Formanni í Ungdómsnevndini.
Byrjað verður í ár við KONDI BINGO, sum kemur at vara í umleið ½ tíma. Fyri at vera við í kondi bingo keypur ein sær eina ella fleiri plátur. Ein gonguruta er gjørd á økinum rundan um Svangaskarð. Tølini fyri at vinna, eru á hesið rutu, og vinnast kan við 1 rekkju, 2 rekkjur ella fullaplátu. 24 vinningar eru tilsamans.
Tiltakið heldur fram á niðaravølli á Svangaskarið, har telt og ymiskur aktivitetir vera settir upp. Vit hava lánt framkomin mátingartól frá fólkaheilsuráðinum, so møguleiki verður at máta blóðtryst, feittprosent, vøddamassa, blóðsukur og lungnaorku. Aftur í ár standa lokalir sjúkrarøktafrøðingar fyri mátinginum.
Á sjálvum vøllinum koma at vera hoppiborgir og onnur spøl til børnini. Hartil verður eisini 6-8 fótbóltsgolf banar. Sum nakað NÝTT verður “BAGAGURÚMS LOPPEMARKANÐUR”. Tú kemur við bilinum og leigar tær eitt borð, so kanst tú selja alt tað tú vilt. Bagagurúms loppemarknaður er nógv brúkt í Danmark og hildu vit tað vera spennandi at prøva til B68 DAGIN.
Góðar tónleika framførslur vera eisini. Fyrst frá Inga Poulsen. Ingi hevur akkurát framført á Summar Festivalinum. Aftaná kemur okkara lokali Jóan Jákup Benjaminsen at syngja nakrar sangir.
Sjálvandi fara vit aftur í ár at grilla pylsur og breyð
Tað hevði verið stuttligt, at sæð nógv fólk á Svangaskarði
Koyr á B68
