Í kvøld 2. november, kl. 19.00 er Basarur og Tombola á skránni í B68 húsinum.
Fjepparafelagði Reyði pantarin skipar fyri.
Har vera nógvir góðir vinningar og Barnakórið úr NEBO kemur eisini at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Koyr á B68!
Í kvøld 2. november, kl. 19.00 er Basarur og Tombola á skránni í B68 húsinum.
Fjepparafelagði Reyði pantarin skipar fyri.
Har vera nógvir góðir vinningar og Barnakórið úr NEBO kemur eisini at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Koyr á B68!
Fyrirekingarnar til komandi kappingarár eru í full sving, og í tí sambandi eru vit eru glað at kunngera at 4 leikarir hava longt sáttmálan við 2 árum.
Talan er um teir trýggjar lokalu leikarirnar Esmar Clementsen, Dávur M. Hansen og Petur í Túni, og málmannin úr Serbia, Nikola Stoisavljevic.
Hjartaliga tillukku tit 4, og alt tað besta komandi kappingarár!
Koyr á B68!
Hjartaliga tillukku til okkara 18 ára gamla verjuleikara Aleksandur Ólavsson‚ sum skal við U19 landsliðinum mánadagin.
Føroysku U19-meinninir skulu fyrireika seg til EM-undankappingina í november.
Ungu menninir skullu til Norður Írland at spæla tveir venjingardystir. Fyrri venjingardysturin verður á Stangmore Park í Dungannon, týsdagin 3. september. Tann seinni verður á The Showgrounds í Belfast‚ hósdagin 5. september.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-landsliðnum.
Vit ynskja Aleksandur alt tað besta.
Vinarliga
Tofta Ítróttarfelag
B68
Tofta Ítróttarfelag hevur í dag sett nýggjan venjara til B68.
Felagið hevur gjørt ein 2 ára avtalu við Tofta mannin Øssur Hansen‚ sum skal standa fyri arbeiðinum sum høvuðsungdómsvenjara‚ høvuðsvenjara og somuleiðis hava ábyrgd av øllum tí ítróttarliga hjá felagnum.
Vit ynskja Øssur Hansen vælkomnan.
U14 liðið hjá okkum var til kapping í Vildbjerg Cup fyrst í august. Teir leiktu 6 dystir, har har teir vunnu tvier og taptu 4. Niðanfyri kanst tú síggja endaliga úrslitið og myndir.
| Hold | K | V | U | T | Score | Pts | |
| 1 | Hørsholm-Usserød IK | 4 | 4 | 0 | 0 | 10 – 3 | 12 |
| 2 | Mastra IL 1 | 4 | 3 | 0 | 1 | 4 – 2 | 9 |
| 3 | Vindbjart FK 2 | 4 | 2 | 0 | 2 | 3 – 4 | 6 |
| 4 | B68 | 4 | 1 | 0 | 3 | 4 – 5 | 3 |
| 5 | Overlund GF | 4 | 0 | 0 | 4 | 3 – 10 | 0 |
Fríggjadagin 14. juni kl. 17.00 er B68 dagur á Svangaskarði.
Nógv spennandi á skránni:
KOYR Á B68
So eru lutaseðlanir trektir og vinnara tølini eru:
Vinnari 1 – nr. 151
Vinnari 2 – nr. 5
Vinnari 3 – nr. 194
Tey sum hava vunni kunnu venda sær til +298 230021.
Takk fyri stuðulin!
Lutaseðlarnir ið skuldu verða trektir í dag (8. mai), er útsett til 18. mai, av tí at allir ikki eru seldir.
Koyr á B68!