Bjørt framtíð hóast reyð tøl

Aðalfundur felagsins var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið.
Greitt varð frá virksemi felagsins farna árið og roknskapur var lagdur fram.
Felagið kann gleðast um, at áhugin fyri fótbólti á Toftum gerst stórri og stórri. Bæði í ár eins í undanfarna ár hevur tilmeldingin av luttakandi limum verið methøg og eisini er at gleðast um at stig vóru tikin til at hava kvinnufótbólt í vaksnamannadeildini í 2023.

Kostnaðarmikið at vera í ovastu rók

Roknskapurin fyri 2022 ið var lagdur fram vísti eitt rakstrarhall uppá kr. 800.000,-. Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar.

Hallið kemur ikki at ávirka raksturin í 2023

Búskettið fyri 2023 verður eitt vet hægri enn í 2022. Hetta kemst serliga av, at vit í ár fara at hava lið í bestu og næstbestu mansdeildini umframt at kvinnufótbólturin eisini er settur á stovn aftur.


Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn fari verður inní summarið.

Fyri at tryggjað raksturin fer felagið at umleggja nøkur partaprøv til pening fyri at fáa alla skuld burtur umframt at felagið hevur eina sera arbeiðssama stuðulsnevnd sum hevur tví- til trífaldað stuðulsinntøkurnar fyri 2023.

Í takt við at tað leggjast fleiri og fleiri sjálvbodnar hendur afturat felagnum, ber eisini til í ár at seta fleiri tiltøk í verk sum vóru á skrá í fjør, men sum ikki kundu haldast vegna væntandi hendur.

Eisini verður køkurin á Svangaskarði dagførdur í verandi løtu og gevur hetta okkum fleir inntøkumøguleikar enn undanfarin ár.

Tað verður ikki mett at felagið í so stóran mun fer at hava líka stórar óvæntaðar útreiðslur komadi árið eins og í fjør og saman við øktu inntøkunum verður mett at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampuligum yvirskotið út úr 2023.

Vit fingu 5. pláss í VFF Cup

Eftir endaspælið í VFF cup gjár endaði B68 á einum 5. plássið.

B68 tók í móti AB í Gundadali í gjár og tað var ongantíð nakar ivi um hvønn veg dysturin fór. Vit fingu dystin til høldar við einum sannførandi 3-0 sigri.
Málini skutu:

1-0 Aidan Liu (Upplegg: Jørgen Nielsen)

2-0 Villiam Klein (Upplegg: Jørgen Nielsen)

3-0 Áki Johannesen (Upplegg: Hjarnar J. Johansen)

Liðið hjá B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Áki Johannesen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten – Alex Mellemgaard, Ragnar Samuelsen, Sebastian L. Nielsen – Mohamed Samba, Jørgen Nielsen, Villiam Klein

Seinni komu hesir inn: Aleksandur Ólavsson, Jónas Warner, Fríði í T. Petersen, Hanus Højgaard, Hjarnar J. Johansen og Aron R. Hansen

Dystirnir í VFF cup endaði soleiðis:

B68 1 – 3 KÍ
B68 0 – 3 HB
EB/STR 1 – 2 B68
B68 1 – 1 07V
NSÍ 1 – 2 B68
Finaluumfar:
B68 3 – 0 AB

B68 kurvin = Endurnýtsla

B68 kurvin er ein facebookbólkur ætlaður B68-fjepparum at lata, býta um ella selja B68 klæðir og aðra fótbóltsútgerð sínamillum. Eisini fer felagið í jøvnum millumbilum at leggja myndir út av gloymdum klæðum á Svangaskarði út á bólkin, við vón um, at onkur av foreldrunum kenna klæðini aftur.

Av tí at børn okkara vaksa skjótari enn vit ofta geva okkum far um, eru gaggurnar sera ofta so gott sum óslitnar áðrenn tær eru ov lítlar. Tí er ætlanin at hava eina endurnýtslu “gagguskipan” ella eitt “gagguskáp á Svangaskarði. – Hetta merkir, at tá barnið er vaksið úr gaggunum, kunnu gaggurnar, sum fravegis kunnu brúkast í langa tíð afturat, setast í gagguskápið og man kann finna sær eitt annað passandi par av gaggum púra ókeypis.

Sí facebook bólkin: https://www.facebook.com/groups/864277738166269

Aidan Liu heldur fram!

Sìðsta ár hevði B68 ein ótrúðligan endaspurt og var 4. besta lið eftir summarhálvuna. Við flestu av somu leikarum og framburðinum frá seinasta árið í huga og umframt nakrar nýggjar sera sera sterkar leikarar, kunnu vit nú síggja fram til at byggja uppá tað góða arbeiðið í felagnum og taka enn fleiri fet uppeftir.

Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, tí rómurin rundanum felagið, – Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar.

Eg eri klárur at fara til arbeiðis og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68

Villiam Klein hevur undirskriva sáttmála

Sterki og bólttryggi álposleikarin Villiam Klein hevur í dag undirskriva sáttmála viđ B68.

Villiam er uppvaksin í HB, men hevur eisini umbođa B36 og Undriđ.

Villiam hevur skotiđ 37 mál í 88 dystum í 1.deild og heili 25 mál í 25 dystum í U21 deildini. Ì 2020 skoraði Villiam hattrikk í Løgmanssteypinum móti grannunum á Skála ⚽️⚽️⚽️

“Eg havi nú í 2 mánar vant viđ her á Svangaskarđi, og føli eg, at hetta er rætta stađiđ hjá mær at mennast. Umstøđurnar eru framúr og hópurin hevur tikiđ sera væl ímóti mær” sigur Villiam Klein viđ B68 heimasíđuna.

Hjartaliga vælkomin á Svangaskarđ Villiam

B68 fer at spæla í Errea klæðum næstu 4 árini

Klædnaavtala er gjørd við Errea Nordic frá komandi árið og hon er galdandi fyri alt felagið.

Errea Nordic er heilsøla sum hevur lagur og høvuðssæti í Keypmannahavn, Errea Nordic hevur alla hugsandi útgerð ið kann brúkast til fótbólt og fjepparalutir.

Avtalan inniber, at vit fara at hava okkara egnu vørugoymslu liggjandi á Svangaskarð. Umframt at hava egnu vørugoymslu, fara vit í ár eisin at gera okkara egna snið til leikarabúnarnar komandi kappingarár.

Umframt at sniðgeva leikarabúnar, verður eisini ein serstakur fjepparabúni sniðgivin sum myndar góðu løturnar í felagnum ígjøgnum árini.

Leikarabúnin og fjepparabúnin fyri 2023 vera kunngjørdir afturvið einum kaffimunni 21.12.22 kl. 19:00 í B68 húsinum, tá vit eisini fara at burturluta leikarabúnarnar fyri júst farna kappingarár.

Vit síggja fram til samstarvið við Errea Nordic komandi árini.

Jónas í reyðum!

“Eg eri sera glaður at vera komin til B68. B68 er eitt felag við einum spennandi projektið, ið eg gjarna vil vera partur av. So spælir tað sjalvandi eisini nógv inn at jakup er venjari, ti hann kann hjalpa mær at mennast.

Eg eri eðymjúkur og klarur at geva 100%.”

B68 hevur skriva 2 ára sáttmála viđ energiska miđvallaran Jónas Warner. Jónas er 20 ára gamal og leikti 26 dystir fyri B71 í 2022 og skorađi 10 mál.

Vælkomin Jónas!

Er tað tær vit leita eftir? – ella var tað okkum tú leitaði eftir?

Vit eru framtíðin hjá B68. Vit elska Svangaskarð og fótbólt. 

Brennir tú eisini fyri fótbólti, og dugir tú at síggja teg á Svangaskarði saman við okkum og okkara venjarum? So er at søkja.   

Tí barna- og ungdómsliðini hjá B68 skulu hava nýggjan høvuðsungdómsvenjara.

Sum høvuðsungdómsvenjari hjá B68 kemur tú at hava fótbóltsfakligu ábygdina, umframt at ráðgeva, menna og vegleiða øllum barna- og ungdómsvenjarum. Eisini skal tú tryggja okkum eitt gott venjingarstøði og ikki minst trivna. 

Vilt tú vita meiri, so send okkum ein teldupost á hkp@b68.fo ella ring 506300.

Koyr á B68!

×