AÐALFUNDUR 2025

Í kvøld var ársaðalfundurin hjá Tofta Ítróttarfelag – B68.

Janus Jensen varð valdur til fundarstjóra.

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins. Nevndarval fer fram á eykaaðalfundi í aug/sept, og var tí ikki á skránni í kvøld.

Formaðurin, Jóhannus Danielsen, greiddi frá virksemi felagsins í farna ári.

Eisini legði formaðurin grannskoðan ársroknskap fyri 2024 fram. 

Aðalfundurin samtykti Ársroknskapin, sum  vísti eitt avlop uppá kr. 1.451.288.

Nevndin

Aðalfundurin útsettur til 18. februar 2025

Av tí at Tabor heldur føðingardag, er aðalfundurin, sum er lýstur at verða hóskvøldið 13.  febr. , útsettur til týskvøldið 18. febr.  kl. 20.00. 

Aðalfundurin verður á miðhæddini í B68 húsinum á Svangaskarði.

Skrá sambart viðtøkum.

Nevndin

LUTTØKUDAGUR 2025

Týsdagin 28. januar 2025 frá kl. 16:00 til kl. 19:00 verður árligi luttøkudagurin hjá B68 á Svangaskarði. 

Øll ið ynskja at spæla fótbólt við B68 í ár, kunnu melda seg til og gjalda luttøkugjald. 
Við í luttøkugjaldinum fær hvør leikari eitt sett av spæliklæðum til ognar, har navn og nummar verður prentað á bakið.

Tað verður tíverri ikki møguligt at passa klædir, tí er tað gott, at vita støddina hjá tínum barni. Errea støddir eru sum vanligar støddir av klædum.

Luttøkugjaldið fyri fótbóltsárið 2025 er 800 kr.

Tað skal vera stuttligt at spæla fótbólt við B68, og fótbóltur skal vera fyri øll.
Vit vóna at síggja so nógv børn og vaksin sum gjørligt til luttøkudagin.

Til ber at nýta frítíðarkortið frá Nes Kommunu til luttøkudagin.
Frítíðarkortið er galdandi fyri øll børn frá 0 – 18 ár.

Kaffi og okkurt gott afturvið verður sjálvandi eisini at fáa.

Koyr á B68!

Aðalfundurin fluttur til 13. februar 2025

Hósdagin 13. februar kl. 20.00 verður aðalfundur á miðhæddini í B68 húsinum á Svangaskarði.

Skrá sambart viðtøkum.

Kaka, kaffi og te verður at fáa.

Ætlanin var at hava aðalfundin 28. januar, men vegna ov stutta fráboðarfreist er fundurin fluttur til 13. februar. 

Koyr á B68

Aðalfundur 28. januar 2025

Týsdagin 28. januar kl. 20.00 er aðalfundur á miðhæddini á Svangaskarði.

Skrá sambart viðtøkum.

Kaka, kaffi og te verður at fáa.

Koyr á B68

Lutaseðlarnir eru drignir

So eru lutaseðlarnir drignir, og vinnaratølini eru niðanfyri.
Tey sum hava vinnaraseðil kunnu seta seg í samband viðn Niclas Allan Danielsen á tlf. 230021.

  1. 2702
  2. 3250
  3. 4671
  4. 4913
  5. 6051
  6. 3286
  7. 6790
  8. 3855
  9. 1985
  10. 3373
  11. 787
  12. 2288

B68 vil takka øllum fyri stuðulin!

Koyr á B68

Jákup á Borg heldur fram

Í eina tíð hevur ljóðað, at Jákup á Borg ikki fór at halda fram í B68 eftir kappingarlok. 

Nýggja starvsnevndin í B68 og Jákup á Borg hava tosa saman um framtíðina, og gleðast um at kunngerða, at góða samstarvi heldur fram og at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í gongd.

Dysturin móti ÍF verður uppafturtikin.

Sum kunnugt bleiv dysturin í Fuglafirði seinasta leygardag avblástur áðrenn tíðin var farin.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur í kvøld tikið avgerð um at dysturin verður tikin uppaftur í annaðkvøld kl. 17.30. Støðan er 1-3, og 1 min. og 10 sek., + uml 4 min í eykatíð er eftir av dystinum. Somu menn byrja, sum vóru inni tá dysturin endaði.
Útskiftingar kunnu gerast, um liðini ikki hava framt allar útskiftingarnar.

Koyr á B68!

Mynd: Sverri Egholm portal.fo

Nýggj nevnd

Í gjárkvøldið var eykaaðalfundur hjá B68 á Svangaskarði, eittans mál var á skrá, – nevndarval.

Nýggja nevndin er skipað soleiðis

Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir:
Meinhard Fróði Højgaard
Niclas F. Davidsen

Koyr á B68

×