Dystarfrásøgn: Tepur arbeiðssigur

Í góðveðrinum í dag, hevði B68 vitjan av HB, har B68 skuldi royna at venda keðiligu gongdina hesi seinastu umførini. Tað gekk eisini til fulnar, har B68 vann dystin 2-1, og har øll málini komu í fyrra hálvleiki. Kappróður og HM fótbóltur gjørdu kanska sítt til, at tað ikki vóru so nógvir áskoðarar til dystin, sum Bjarki Danielsen bríkslaði í gongd kl. 16.00. Esmar Clementsen og Niklas Joensen vóru ikki við vegna skaða, meðan 16 ára gamli Karstin Clemsentsen, sum bróður Esmar var við frá byrjan, og tað var samstundis hansara fyrsti dystur á besta B68 liðnum.

Frá fyrsta bríksl, royndi B68 at seta seg á dystin, hóast tað byrjaði heldur varliga. HB liðið var væl manna við góðum leikarum, sum eisini hava royndir úr Betrideildini. Tá 23 minuttir vóru leiktir sóu vit eitt gott B68 álop, har Emil Ronaldsson spældi Svein Justinussen leysan, og hann skoraði til 1-0 til B68. B68 setti seg nú eisini meiri á dystin, og tá 35 minuttir vóru leiktir sóu vit aftur eitt sera gott álop. Emil Ronaldsson, sum var eyðsýndur í dag, vann bóltin á miðvøllinum, sendi bóltin fram í HB brotsteigin, har Svein var leysur, og hann trillaði bóltin yvirum til Karstin Clementsen, sum skoraði til 2-0 í sínum allarfyrsta dysti. B68 leikararnir høvdu tíverri ikki fingið armarnar niðuraftur, tí í næsta álopinum, var tað Niklas Kruse hjá HB, sum minkaði um munin eftir einmans avrik í teirra høgru síðu. Meiri hendi tó ikki í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur var mest sum allur eitt langt álop á B68 málið, men B68 leikararnir stóðu væl á vøllinum, og vardu fyri. HB megnaði ikki at spæla seg fram til ein tann einasta veruliga opna málkjans, kortini vóru fleiri spentar støður í B68 brotsteiginum, tá HB hevði sínar deyðbóltar. Ta einu ferðina rakti HB stongina eftir fríspark, kortini sá tað út sum um, at Petur Meinhard nokk hevði bjargað skotinum, um tað hevði verið innanfyri. Hinvegin átti B68 kanska havt avgjørt dystin uppá kontra, har B68 hevði tveir sera stórar málkjansir; Fyrst var tað Svein Justinssen, sum var púra leysur, har hann royndi seg við skoti úr spískum, men HB málverjin bjargaði til horna. Síðani var tað Emil Ronaldsson, sum eisini var púra leysur, tá hann royndi seg við høvdinum eftir gott innlegg, men heldur ikki hann megnaði at fáa bóltin í málið.

Tað gjørdist so ein fult uppiborin 2-1 sigur á HB, og frøðin var eisini stór tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, har leikt var næstan 6 minuttir yvirtíð. Sigurin hevur við sær, at B68 framvegis er nr. 4, men bara 1 stig aftanfyri bæði ÍF og NSÍ, sum liggja ávikavist nr. 2 og 3. Tvey umfør eru eftir til summarsteðgin, har B68 skal leika bæði á útivølli, fyrst á Skála og síðani á Sandi.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18441&pid=

Koyr á B68

Søtur sigur hjá 2. Deild

2. Deild hjá B68, har Alex (Alexander) Jovevic er venjari, fingu eina heldur trivaliga byrjan uppá kappingina, har B68 eftir tey fyrstu 5 umførini var undir strikuni við einans trimum stigum. Kortini var B68 leikliga væl við í fleiri av teimum dystunum, men tíverri koppaði tað heldur hinvegin, og einasti sigurin var í Runavík ímóti NSÍ, har B68 vann 5-2.

Hesi seinastu 6 umførini hevur tað tó eydnast frægari, har B68 hevur vunnið tríggjar, leikt tveir javnar og eitt tap, og 11 stig á kontoina, og har B68 nú hevur 14 stig. Undan dystinum ímóti NSÍ í kvøld, var B68 á 8’inda plássinum, 4 stig frammanfyri NSÍ á 9’inda plássinum. Við sigrinum í kvøld hevur B68 lagt NSÍ 7 stig afturum seg, og hava samstundis yvirhálað bæði KÍ og 07 Vestur, sum tó leika sínar dystir ímorgin.

Talan var annars um ein javnan dyst, har tað var lagt ímillum teir heilt stóru kjansirnar, men kortini vóru kjansirnir stórir tá teir vóru har. Einasta málið í dystinum skoraði Otto R. Petersen miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist leysur eftir eina langa sending, har NSÍ verjuleikarin var farin skeivur av sendingini. Sigurin kundi fara báðar vegir, og tí smakkaði tað væl eisini hjá B68. Heini Kristiansen í B68 málinum, leikti ein framúr góðan dyst, meðan allir leikararnir hjá B68 stríddust manniliga fyri hvørjum øðrum.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast á faroesoccer við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18637&pid=51

Koyr á B68

14. Umfar á skránni

Leygardagin kl. 16.00 er 1. Deildarfótbóltur aftur skránni tá teir næstbestu hjá HB koma á vitjan hjá B68 á Svangaskarði. Uttan iva ein torførur dystur, tí man veit ongantíð hvat er uppi ímóti tá man møtir teimum næstbestu hjá teimum, sum leika í Betrideildini.

Hesaferð er tað sum kunnugt HB, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting, sum er á vitjan á Svangaskarði. HB er nr. 7 við 11 stigum, og bara eitt stig fleiri enn Giza Hoyvík á 9’inda plássinum. Á einum góðum degi kunnu HB eisini arga øll lið, og tað prógvaðu teir m.a. tá teir á heimavølli vunnu 4-2 á ÍF.

Eftir skeivu gongdina hesi seinastu 3 umførini á útivølli, har B68 einans hevur fingið 1 stig, skal nú B68 reisa seg aftur. Útivøllurin hevur eisini hilnast sera illa, har B68 einans hevur fingið 4 av 18 møguligum stigum. Einastu ferð at B68 hevur vunnið á útivølli, var ímóti júst HB. Á heimavølli hevur hinvegin hilnast sera væl, har B68 hevur vunnið allir 7 dystirnar higartil, og so er bara vóna at tað gongur líka væl í morgin.

B68 er annars nr. 4, har sum B68 eisini endaði í fjør, og tað gevur sum kunnugt ikki uppflyting. Men ÍF á triðja plássi, er bara eitt stig frammanfyri B68, meðan NSÍ á øðrum plássi er 4 stig frammanfyri. NSÍ hevur longu leikt hetta umfarið har teir taptu á Skála, og tí kann B68 við einum sigri á HB leggja seg nærri at teimum.

Men vit fáa at síggja ímorgin og vóna sjálvandi at B68 viðhaldsfólk møta fjølment.

Koyr á B68

Viva España

Í samband við, at tað er HM á skránni í Russlandi, hava vit her á heimasíðuni spurt nakrar persónar kring B68, sum hava eitt ella annað tilknýti til okkurt av londunum, sum eru við í HM nakrar spurningar, sum sjálvandi hava nakað við HM at gera.

Ein av teimum er 32 ára gamli spaniólin í B68, Pedro Tarancon Anton, sum hevur verið á Toftum hesi seinastu 2 árini. Á Toftum hevur Pedro eisini møtt kærleikanum, og á myndini síggjast eisini foreldrini hjá honum. Tey vóru her á vitjan fyrr í ár, tá dóttirin hjá Pedro og Juliu var doypt, har hon fekk vakra navnið Maribel.

Hesar spurningarnar niðanfyri settu vit Pedro

1. Hvørjar vónir hevur tú til Spania? – Eg vóni sjálvandi at Spania vinnur HM, ella minimum kemur til semifinaluna.

2. Hvør vinnur HM og hví? – Spania, tí eg dugi ikki at ímynda mær at nakað annað lið vinnur HM, tí vit hava sera góðar spælarar, sum gera tað møguligt at vinna.

3. Hvør verður tað størsta yvirraskilski, og hví? – Belgia, tí at teir hava ein sera góðan hóp, so kanska tað fer at ganga betri hjá teimum hesaferð.

4. Hvør verður tað størsta vónbrotið, og hví? – Argentina, tí at liðið spælir ikki væl saman og tí teir kláraðu AKKURÁT at kvalifisera seg til HM.

5. Hvør er besti leikari undir HM, og hví? – Neymar, tí hann er ótrúliga góður, liðið hjá honum er sera gott og hann er hungrar eftir at vinna okkum stórt!

6. Hvør verður HM toppskjútti, og hví? – Griezman, tí hann hevur góðar leikarar við síðurnar av sær, Mbappe og Dembele og aftanfyri seg, Pogba. Saman spæla teir sera væl!

7. Hvør leikari fær sítt veruliga gjøgnumbrot? – Marcos Asensio(Spania)

Vit takka Pedro fyri at hann vildi svara uppá spurningarnar, og ynskja honum og Spania góða eydnu í HM. Spania leikar annars sína fyrsta dyst í kvøld, har europameistararnir úr Portugal taka ímóti.

Koyr á B68

Dreingir U15 flúgvandi byrjan

Fyrr í ár megnaði B68 at vinna B bólkin í innleiðandi kappingini hjá U15 dreingjum, og samstundis leiktu seg upp í A bólkin, har leikt verður um FM. Mótstøðuliðið í dag, var HB b, sum innleiðandi endaði niðast í A bólkinum, og harvið skuldu teir leika dyst ímóti AB, sum endaði nr. 2 í B bólkinum, einans 1 stig aftanfyri B68. HB vann samanlagt á AB og tí sluppu teir at halda á fram í A bólkinum. Hini 6 liðini í A bólkinum eru KÍ a, HB a, B36 a, NSÍ a, EB/Streymur a og Víkingur.

Tað var eisini framúr gott veður á Svangaskarði, tá Rúni Gaardbo bríkslaði dystin í gongd. At byrja við leikaði javnt á, har HB var eitt sindur meiri á bóltinum, og har tað fyri tað nógva gekk fyri seg á B68 hálvuni frá sekstan metrinum og fram til miðvøllin. B68 byrjaði varliga, har leikararnir kortini funnu væl hvønn annan við góðum samanspæli. Tá fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin, vinnur Eli bóltin á miðvøllinum, spælir aftur til Hjarnar, sum við framúr góðari og langari sending sendir Richard avstað, har hann rennur frá øllum og skorar trygt til 1-0 til B68. Stutt seinni er tað Richard, sum er uppá spæl í vinstru síðu, og við einari góðari sending, sendir hann Fríða avstað, og hann rennur eisini frá øllum og skorar trygt til 2-0 til B68. Spælið var hitt sama, og stutt fyri hálvleik, var Richard enn einaferð sendur avstað, hesaferð eftir góða sending frá Dominick, og Richard skorar trygt til 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Uttan iva ein góður hálvleikur hjá B68, sum skoraðu uppá sínar kjansir, og sum eisini hildu HB frá teimum heilt stóru kjansunum.

Í seinna hálvleiki var B68 greitt omaná, har álopini skolaðu niður ímóti HB málinum. Tað vóru heldur ikki nógvir minuttir leiktir tá Richard vinnur bóltin á miðvøllinum, rekur fram eftir, og nakað uttanfyri brotsteigin smekkar hann til, har bólturin rýkur upp í málhornið. Eitt sera gott mál, sum uttan iva man verða eitt gott boð uppá ársins mál á Svangaskarði. B68 hevur ikki so breiðan hóp og onkrir skaðar vóru eisini at hóma, og tí vóru m.a. Astrid R. Petersen og Jórun í Túni Petersen, sum leika við U15 gentum við í hópinum, og tær vóru nú báðar skiftar inn, og gjørdu tað eisini framúr væl. B68 helt á fram við tí góða álopinum, har Richard vinnur bóltin á HB hálvuni, spælir fram til Fríða, sum gerst leysur og hann skorar til 5-0. Stutt seinni er tað so Richard, sum verður spældur fríur eftir gott B68 álop við fáum berøringum, og hann skorar til 6-0 úr spískum.

Seinastu løtuna fekk B68 3 mál afturat. Fyrst eftir trunkaspæl, har málverjin hjá HB bjargar í fyrstu atløgu, síðani rakar Astrid á stongina, og til seinast er tað so Jákup, sum skjýtur bóltin í málið til 7-0. Løtu seinni er Hjarnar uppá spæl í HB brotsteiginum heilt niðri við baklinjuna, har hann sendur bóltin innfyri og úr spískum flugtar Fríði bóltin í málið til 8-0, og eitt sera vakurt mál. Til allarseinast fær B68 fríspark beint uttanfyri HB brotsteigin heilt út ímóti síðuni, og í besta Dybala stíli snúrar Hjarnar bóltin upp í nærmasta hálhorn, og enn eitt sera vakurt mál til endaliga úrslitið 9-0 til B68.

Uttan iva ein sera góð byrjan hjá B68 uppá kappingina í A bólkinum, og kanska eisini tann besti dysturin hesir leikararnir nakrantíð hava leikt. Gott nokk endaði HB b aftast í A bólkinum, meðan B68 vann B bólkin, men tað var kortini við tógvið stríð, har B68 fekk harða mótstøðu frá hinum liðunum og har B68 vann ongan dyst við fleiri enn tveimum málum. Næsti dystur hjá B68 verður komandi leygardag, har KÍ kemur á vitjan á Svangaskarði. KÍ endaði fremst í A bólkinum innleiðandi, og í steypakappingini vann KÍ heili 12-0 á B68, so tað verður uttan iva ein torfør uppgáva hjá B68

B68

Svenn Danielsen – Rói R. Hansen, Fríði í Túni Petersen, Jákup Nesá, Dávid Olsen – Richard H. De Franca, Heini Fossdalsá, Hjarnar Johansen, Hilmar á Regni Højgaard – Andrass Højgaard, Eli Hansen – Dominick Troleis, Astrid R. Petersen, Jórun í Túni Petersen.

Venjari hendan dystin var Kjartan Højgaard

B68 – HB b 9-0 (3-0)
1-0 Richard H. De Franca
2-0 Fríði í Túni Petersen
3-0 Richard H. De Franca
4-0 Richard H. De Franca
5-0 Fríði í Túni Petersen
6-0 Richard H. De Franca
7-0 Jákup Nesá
8-0 Fríði í Túni Petersen
9-0 Hjarnar Johansen

Koyr á B68

Mynd: Andri Gerðisá

Styrkivenjing til ungdómsleikarnar

Ungdómsdeildin hjá B68 hevur miðvíst arbeitt, við at fáa ein fysiskan venjara til tey eldru í ungdómsdeildini. 
Við at kunna bjóða góð tilboð til okkara ungdómsleikarar, kunna vit í B68 leggja lunnar undir eitt gott ítróttarumhvørvi og framhaldandi menna góðar leikarar, bæði á gentu og dreingjasíðuni til okkara besta lið.

Remi Husted Langgaard í er útbúgvin fysioterapeut, kemur at standa fyri styrkivenjing hjá U15 dreingjum og U15 gentum. Áðrenn Remi fór til Danmarkar at útbúgva seg, spældi hann nógv við besta liðinum hjá B68. Remi hevur nógvar royndir innan fótbólt. Inntil víðari er Remi skrásettur at hava spælt 127 dystir fyri B68.

Hartil er Remi eisini tilknyttur sum fysioterapeut hja B68, bæði hjá 1.deild monnum og Betri hópinum hjá kvinnum.

Vinarliga

Ungdómsdeildin

Ljóðbrot: Bill ætla sær uppaftur í ár

Talan var um ein javnan toppdyst í Klaksvík, sum KÍ endaði við at vinna 2-0. Tað sigur B68 venjarin Bill M. Jacobsen. Hann greiðir eisini frá B68 verkætlanini í 2018, har málið er at flyta upp og mennast. Hoyr samrøðu við B68 venjaran niðanfyri.

Bólt.fo

Skrivað : Jákup Ósá
Mynf: Bólt.fo

Ovi spældi saman við konfirmantunum

Tá B68 og HB í dag hittust í kappingini um Løgmanssteypið á Svangaskarði, spældi presturin hjá toftafólki og hjá gøtufólki, Ovi Brim, á liðnum hjá B68. Ovi Brim spældi allan dystin sum sentralur miðvallari.

Fyri Ova Brim var talan um heilt serligan dyst. Ikki tí, at talan var um steypadyst ímóti HB, men tí at Ovi Brim spældi á liði saman við dreingjum, sum hann fyri fáum árum síðani konfirmeraði.

Teir tríggir dreingirnir vóru Jákup Reinert Højgaard, Bárður Ólavsson og Aleksandur Ólavsson, sum allir eru føddir í 2001. Ovi Brim skrivar soleiðis á síni Facebook síðu.

– Konfirmantarnir vorðnir menn. Tað var í februar 2015 at yvirritaði varð prestvígdur til tænastu í Nes prestagjaldi. Sum kunnugt er konfirmantafrálæra týðandi partur av kallinum. Millum fyrstu konfirmantarnar vóru hesir garpar (Jákup, Bárður og Aleksandur).

– Stuttligt í dag at taka lut í dysti saman við teimum. Hóast úrslitið varð lítið at skriva heim um, so prógvaðu teir seg veruliga sum stríðsfúsar menn. 
Við slíkum hugi koma teir langt, skrivar Ovi Brim á sínari Facebook síðu.

Dysturin millum B68 og HB endaði við 4-0 sigri til HB.

×