Í kvøld var ársaðalfundurin hjá Tofta Ítróttarfelag – B68.
Janus Jensen varð valdur til fundarstjóra.
Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins. Nevndarval fer fram á eykaaðalfundi í aug/sept, og var tí ikki á skránni í kvøld.
Formaðurin, Jóhannus Danielsen, greiddi frá virksemi felagsins í farna ári.
Eisini legði formaðurin grannskoðan ársroknskap fyri 2024 fram.
Aðalfundurin samtykti Ársroknskapin, sum vísti eitt avlop uppá kr. 1.451.288.
Nevndin