U15 Dreingir spæla fyri uppflyting

Leygardagin komandi, byrjar kappingin hjá Dreingjum U15. Innleiðandi eru tað tríggir bólkar; A, B og C. B68 er í bólki C, har mótstøðuliðini eru AB a, B36 b og TB/FCS/Royn. Vinnarin av bólkinum, skal spæla heima og úti ímóti vinnaranum av bólki B, har liðini eru B71, FC Hoyvík a, Skála og ÍF. Vinnarin av hesum báðum dystunum flytur síðuna upp í A bólkin har liðini eru HB a, KÍ a, B36 a, Víkingur a, NSÍ a, EB/Streymur og 07 Vestur. Tey liðini sum eru eftir, koma síðani at leika í einum bólki fyri seg.

Sambært úrslitunum hjá U13 og U15 í fjør, har serliga dentur er lagdur á U13, eru B68 styrkismettir, sum nr. 9, har 7 tey ovastu liðini beinleiðis eru at finna í A bólkinum. B68 eru tí at finna í C bólkin innleiðandi, men hava sum kunnugt møguleika at spæla seg upp í A bólkin.

Fyrsti dysturin hjá B68 verður leiktur á Svangaskarði leygardagin kl. 13.00, har mótstøðuliðið er AB. Venjari hjá U15 dreingjunum hjá B68, er senegalesin Badara Diedhiou, sum í 2008 og 2009 leikti við B68, og sum nú aftur er búsitandi á Toftum.

Her frá ynskja vit U15 dreingjunum og tað sama Badara góðu eydnu við kappingini.

Koyr á B68

Onnur tíðindi