Hóast B68 var greitt omaná í málkjansum, megnaði B68 kortini ikki at vinna dystin ímóti grannunum úr NSÍ.
Stórur spenningur var undan dystinum ímóti grannunum úr NSÍ, eftir at alt Føroyaland mestsum hevur ligið lamið vegna koronavirusið, sum hevur herja kring Føroyar og eisini allan heimin. Tað vóru annars ikki tey bestu líkindini at leika dyst, tá dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði dystin í gongd, har tað var bæði nógvur vindur og regn.
NSÍ legði frá fyrst bríksl stórt trýst á, har B68 annars hevði vindin undan. Tá B68 endiliga fekk bóltin framá miðvøllin, fekk Esmar Clemetsen fatur á bóltinum og sendi Andri Benjaminsen avstað. Komin fram í brotsteigin skoraði Andri til 1-0, hóast vinkulin var ógvuliga spískur. NSÍ royndi aftur at seta trýst á, og har B68 leikararnir duttu heldur langt aftur á vøllin, hóast venjarin royndi at veittra teir framaftur. Tá so 10 minuttir vóru leiktir, megnaði B68 verjan ikki at fáa bóltin burtur, og endin var at Haraldur Højgaard skoraði úr 16 metrum.
Eftir hetta gjørdist spælið heldur rótut í nógva vindinum, har NSÍ eisini var nógv meiri á bóltinum. B68 royndi seg við kvikum snarálopum, og fleiri ferðir var nær við, har Óli Olsen fekk tann størsta kjansin, men inn vildi bólturin ikki. Tá so 33 minuttir vóru leiktir, fekk B68 fríspark úr somu støðu, sum B68 venjarin á sinni skoraði ímóti Slovenia. Andri Benjamsen var settur at skjóta, og hann gjørdi kunstin eftir, og skoraði til 2-1 til B68. Eftir málið fór gassið úr ballónini hjá NSÍ, har B68 góðar kjansir at økja um leiðsluna, men tóku ikki av, og tí var støðan eisini 2-1 til B68 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki fekk B68 beinanvegin ein risa kjans, tá Óli Olsen rakti á stongina, og á returinum, sá tað út sum um, at Andri Benjamsen skeyt bóltin í hondina á einum NSÍ’ara, men dómarin valdi kortini at døma málspark. Seinni hálvleikur gjørdist eisini rótutur, har NSÍ royndi at trýsta, og har B68 royndi seg uppá snarálop. B68 fekk eisini onkrar hampiligar kjansir, men einki spurdist kortini burturúr teimum. Hetta spælið helt sær til 7 minuttir vóru eftir, og tá var tað ein einaferð, har B68 verjan ikki megnar at fáa bóltin burtur, og endin var at Sølvi Sigvartsen skoraði til 2-2.
B68 leikararnir gjørdu sítt til at koma afturíaftur, men tað gjørdi bara tað, at tað bleiv meiri vandamikið í B68 brotsteiginum, har NSÍ hevði vindin undan. Einar tvær ferðir var líka við, at NSÍ “stjól” sigurin, men báðu ferðina bjargaði B68 málverjin Nikola Stoisavljevic meistaraliga. Dysturin endaði sostatt 2-2, og B68 leikararnir sóu eisini vónbrotnir út, tá teir fóru av vøllinum. Men innsatsin hjá okkara leikarum kann man ikki fýlast at.
B68 leikar aftur um eina viku, tá FC Hoyvík tekur ímóti.
Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast her https://www.dystir.fo/DystarGreiningar/1739/B68-NSÍ
Koyr á B68