Hjarnar skoraði fyri Føroyar

Í hesum døgum eru U15 landsliðið hjá Dreingjum í Liktinstein, har teir leika tveir venjingardystir ímóti Liktinstein. Úr B68 er Hjarnar Jákupsson Johansen úttikin, og sigast kann ikki annað enn, at hann fekk eina frálíka byrjan í sínum fyrsta U15 landsdysti fyri Føroyar. Hjarnar Byrjaði inni og í 11. minutti var hann á rætta staðnum og javnaði til 1-1, eftir at Liktinstein 4 minuttir frammanundan hevði lagt seg á odda.

Tá farið var til hálvleik, var støðan 3-3, eftir at Føroyar eitt skifti vóru á odda 3-1 við málum frá Heina Fossdalsá Sørensen og Sigurd Rasmussen. Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál afturat, og tað fekk Føroyar, sum harvið vann dystin 4-3. Sigursmálið hjá Føroyum skoraði liðskipari Heini Fossdalsá Sørensen við sínum seinna málið.

Hóast Hjarnar í gjár leikti sín fyrsta landsdyst fyri U15 hjá Føroyum, hevur hann kortini verið við U15 landsliðinum fyrr í ár. Tá varð leikt í Esbjerg Elite Cup, men teir dystirnir vóru ímóti donskum liðum, og tí telur tað ikki sum landsdystir.

Her frá ynskja vit Hjarnari hjartaliga til lukku við sínum fyrsta máli, í sínum fyrsta u15 landsdysti.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast á slóðini niðanfyri
http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18950&pid=-36

Koyr á B68

Onnur tíðindi