Dystarfrásøgn: Tóku ikki av møguleikanum
Undan grannauppgerðini ímóti NSÍ, lá B68 tvey stig frammanfyri grannarnar, og B68 kundu tí við einum sigri leggja seg 5 stig framum. Hóast talan var um ein javnan dyst, við góðum málkjansum báðar vegir, var B68 kortini greitt omaná, tá talan var um teir heilt stóru málkjansirnar, og B68 átti tí at havt vunnið dystin, sum tó endaði við javnleiki 1-1, eftir at støðan var 0-0 í hálvleikinum.
B68 dagur var á skránni á Svangaskarði, og tað vóru eisini nógvir áskoðarar, tá Petur Reinert bríkslaði dystin í gongd. Nakað av vindi var, har B68 hevði undanvind í fyrra hálvleiki. Petur í Túni Petersen var við aftur eftir leikbann, meðan Johnleif Højgaard fekk teir seinastu minuttirnar, eftir at hann ikki verið við síðani triðja umfar.
Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, har leikferðin var høg, og har liðini skiftust um at hava góðar periodir við góðum málkjansum. Talan var ikki um ein hart leiktan dyst, tí einki kort varð givið. B68 rakti tríggjar ferðir yvirliggjaran, einar tríggjar ferðir var B68 leikari mest sum leysur í brotsteginum, uttan at tað gav úrslit. B68 hevði eisini fleiri góðar støður eftir deyðbóltar, men altíð var eitt NSÍ bein í vegin. NSÍ hevði eisini sínar kjansir, har sera vandamikli Jann Benjaminsen rakti stongina við góðum skoti útifrá, umframt at teir eisini rakti yvirliggjaran, tá ein B68 leikari skuldi skjóta bóltin burtur, men rakti bóltin so mikið illa.
Málini komu eftir stutt millumbil í seinna hálvleiki, har tað var B68, sum legði seg á odda. B68 leikararnir vóru til tíðir raskir at stressa NSÍ verjuni at gera mistøk, og tað gav eisini úrslit tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Ein B68 leikari vinnur bóltin frá einum NSÍ’ara, sendir ein eyðsýndan Óla Højgaard Olsen avstað, og við einari góðari sending tvørturum, finnur hann Svein Justinussen, sum skorar til 1-0. NSÍ svarar aftur 5 minuttir seinni, tá B68 missa bóltin í uppspælinum, har tað gongur skjótt hinvegin, og teir fáa eitt horna. Hornað verður sent væl innfyri, har ein púra fríur Atli Petersen stútar bóltin í málið til 1-1.
Eftir dystin vóru B68 leikararnir eisini vónbrotnir, og tað hava teir eisini allan rætt til, tí eydnan var ikki veruliga við teimum.
Komandi umfar verður leikt mikudagin, tá Giza/Hoyvík vitjar á Svangaskarði.
Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at trýsta á slóðina niðanfyri.
Koyr á B68