Aðalfundur 28. januar 2026

Mikudagin 28. januar kl. 20.00 er aðalfundur á miðhæddini á Svangaskarði.

Skrá sambart viðtøkum.

Kaka, kaffi og te verður at fáa.

Koyr á B68

Aleksandar nýggjur høvuðsvenjari!

Vit eru sera fegin at kunna kunngera, at gamli kenningurin Aleksandar Jovevic er settur sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum.

Aleksandar er ikki ókendur í B68 — hann hevur áður verið her í 2018, 2020 og 2021 sum hjálparvenjari, og var ein týðandi partur av toyminum, sum fekk felagið aftur í Betri Deildina.

Seinasta árið hevur hann roynt seg uttanlands, har hann hevur havt eitt spennandi starv í Barein hjá felagnum Ali CSC.

“Eftir at hava verið í Barein, eri eg ótrúliga glaður at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her. Tá eg fór tá, føldi eg, at hetta ikki var tann seinasti kapittulin hjá mær í B68. Nú eri eg aftur – og eg eri bæði glaður og spentur upp á hesa avbjóðingina. Good to be back home.”

Koyr á B68!

Pedro nýggjur fysiskur venjari

Vit kunnu nú kunngerða, at okkara eftir hondini lokali maður, Pedro, verður fysiskur venjari hjá besta liðnum.

Pedro sigur heilt stutt, at hann er sera spentur, og at hann tekur uppgávuna á seg við stórari ábyrgd!

Talan er um ein 2 ára sáttmála.

Hjartaliga tillukku Pedro!
Vit síggja fram til eitt sterkt samstarv!💪⚽

B68 sett nýggjan ungdómsvenjara

B68 fær nýggjan ungdómsvenjara – Kevin André Madsen úr Noregi.

Vit fegnast um at kunna boða frá, at Kevin André Madsen verður ungdómsvenjari hjá B68 frá 1. januar 2026.

Kevin er 28 ára gamal og kemur úr Noregi. Hann byrjaði sum hjálparvenjari, tá hann var einans 15 ára gamal, við D11-liðnum heima í Noregi. Síðani 2019 hevur hann verið venjari fyri ymisk lið, og hevur hann royndir frá feløgunum Frøya (barndómsfelagið), Træff, Bryne, Frøyland og Sandnes Ulf.

Seinastu tvey árini hevur Kevin arbeitt fulla tíð sum ítróttarstjóri fyri barns- og ungdómsdeildina hjá Sandnes Ulf.

Nú flytir hann til Føroyar fyri at gerast partur av felagnum hjá okkum. Kevin kennir væl til føroyskan fótbólt – hann hevur fylgt landsliðnum síðan 2018 og hevur síðani 2020 verið sera áhugaður í føroyskum fótbólti, og hevur eisini lært seg at tosa føroykst av tí sama.

Vit eru fegin at hava fingi Kevin til felagið og eru sannførd um, at hansara royndir og orka fara at styrkja arbeiðið við okkara ungu leikarum.

Vælkomin til Toftir, Kevin! 🙌

Koyr á B68!

Nevndin heldur fram

Í kvøld var eykaaðalfundur hjá B68 á Svangaskarði.
Sambært viðtøkum felagsins var eittans mál á skrá, – nevndarval.

Allir nevndarlimirnir stillaðu uppaftur og vóru ongin onnur uppskot.
Sostatt heldur verandi nevnd fram.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum áðrenn.

Nevndin er soleiðis manna:
Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir: Meinhard Fróði Højgaard og Niclas F. Davidsen

Koyr á B68

Fróði avloysir Kristinu sum samskipari í B68

Í sambandi við at Kristina Hansen fer uttanlanda í lestrarørindum, gevst hon sum samskipari hjá B68.

Fróði Johannesen verður nýggjur samskipari. Fróði, sum júst er heimkomin eftir loknan lestur, hevur verið samskipari hjá B68 áður.

B68 takkar Kristinu fyri gott arbeiði og góða eydnu við lestrinum og ynskir Fróða væl afturkomnum.

Eykaaðalfundur 2. september 2025

Lýst verður til eykaaðalfund týsdagin 2. september 2025, kl. 20:00

Einasta mál á skránni er:

1) Val av nevnd.

Kaffi og køkur vera at fáa.

Starvsnevndin

Ungdómsnevndin hjá B68 er nú mannað!

Vit eru fegin at kunna boða frá, at ungdómsnevndin hjá B68 nú er sett. Í nevndini sita:

Julia Tarancón Clementsen
Halgerð Árnadóttir Johannessen
Bárður Kjeld

Vit gleða okkum at síggja teirra arbeiði fyri ungdómin í felagnum!

Koyr á B68!

Niclas Allan 50 ár

Leygardagin 15. mars verður Niclas Allan Danielsen 50 ár. 

Niclas Allan býr í Rituvík, men er toftamaður við stóra T og hevur eitt stórt B68 hjarta. Gjøgnum árini hevur hann lagt nógva arbeiðsorku og tíð í felagsarbeiði hjá B68 á ymiskan hátt, m.a. sum leikari, venjari og nevndarlimur.

Niclan Allan hevur sitið í B68 nevndini síðani 2015, har hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði, m.a. við at skipað fyri ymiskum inntøkugevandi tiltøkum. Øll árini Niclas Allan hevur verið í nevndini, hevur hann skipað fyri fýrverkssøluni hjá B68. 

Vit í Tofta ítróttafelag takka Niclas Allan fyri hansara stóra arbeiði í felagnum og ynskja honum hjartaliga til lukku og alt tað besta framyvir.

Niclas Allan heldur føðingardagin á Svangaskarði kl. 17.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.

×