Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggivirkið KBH og Nes kommunu um bygging av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði báðumegin verandi bygning. Pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum. Aftan fyri áskoðaraplássini verður eisini ein breiður plattur.
Nes kommuna tók av lægsta tilboðnum uppá verkætlanin, sum var frá KBH. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði fyri KBH.
Miðjað verður ímóti at hava helmingin av skýlinum liðugt í summar, meðan seinni parturin verður liðugur til heystar.
Sandavágs Timburhandil fer at veita stálkonstruktiónina. Teknistovan í Gøtu og Spenn hava staðið fyri projekteringini. Fyri Nes kommunu verður tað Teknistovan í Gøtu, sum fer at hava byggileiðsluna og eftirlitið.
Á myndini frá vinstru: Karl Johannesen frá KBH, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Helgi Johannesen frá KBH og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari í Nes kommunu
Kelda: https://nes.fo/byggja-nytt-askodaraskyli-a-svangaskardi/?c=tidindir&fbclid=IwY2xjawIr8KpleHRuA2FlbQIxMQABHR_EQRmgTmtvufnJ77ow7Dg-9u1uwtzhg1cQqYWYy5MZjKRNUvJuIBQzCQ_aem_g7DZpH83449sU88jDcY-3A