B68 skipar fyri Føroya størsta bilafestivali

Vikuskiftið, 16.-18. apríl, fer B68 á Toftum at skipa fyri Føroya størsta bilatiltaki, har alt, sum hevur við bilar og akfør at gera, verður fagnað á Svangaskarði

Á tiltakinum fara bilasølur, eykalutasølur, dekksølur, akkumulatorsølur, tryggingarfeløg, fíggingarstovnar, handlar sum selja skutarar, súkklur, morotsúkklur og fyritøkur annars, sum hava veitingar til akfør, at vísa fram sínar vørur og tænastur.

Stóra tiltakið fer fram á fótbóltsvøllinum og rennibreytini á Svangaskarði, umframt verður har eitt stórt tjald sett upp. Í tjaldinum, sum er umleið 600 fermetrar, fara ymiskir veitarar við alskyns vørum at sýna fram.

Ellisakfør og motorsúkklur fara eisini at seta sín dám tiltakið á Toftum.

Í tjaldinum verður kaffistova og okkurt lætt til matna, og meðan tiltakið er, bjóðar B68 eisini góðar umstøður við spæliplássi og leikalandi við fótbóltsvøllin.

Tvey pallborðsorðaskifti við hugnaligum dámi verða í stóra tjaldinum og evnini, sum her verða til umrøðu, eru –

1) Elbilar kontra vanligar bilar

2) Píkadekk ella ikki-píkar

Bilasølunum stendur í boði at hava umboð við í hesum kjaki. Kjakið verður eisini stroymt beinleiðis á netinum, so øll, ið hava áhuga, kunnu fylgja við.

B68 ætlar eisini, at ymiskt tónleika-og sangundirhald skal verða á Svangaskarði, tá bilafestivalur er, eins og høvi skal verða at keypa sær ein leskiligan festivalbúff við góðum afturvið beint av grillini. B68, sum fer at gera rættiliga nógv burtur úr tiltakinum, bjóðar eisini luttakandi at gista í 3-manskømrum á Svangaskarði við brúsu og mati umframt atgongd til fitness og svimjihyl.

Onnur tíðindi