Í góðveðrinum í dag, hevði B68 vitjan av HB, har B68 skuldi royna at venda keðiligu gongdina hesi seinastu umførini. Tað gekk eisini til fulnar, har B68 vann dystin 2-1, og har øll málini komu í fyrra hálvleiki. Kappróður og HM fótbóltur gjørdu kanska sítt til, at tað ikki vóru so nógvir áskoðarar til dystin, sum Bjarki Danielsen bríkslaði í gongd kl. 16.00. Esmar Clementsen og Niklas Joensen vóru ikki við vegna skaða, meðan 16 ára gamli Karstin Clemsentsen, sum bróður Esmar var við frá byrjan, og tað var samstundis hansara fyrsti dystur á besta B68 liðnum.
Frá fyrsta bríksl, royndi B68 at seta seg á dystin, hóast tað byrjaði heldur varliga. HB liðið var væl manna við góðum leikarum, sum eisini hava royndir úr Betrideildini. Tá 23 minuttir vóru leiktir sóu vit eitt gott B68 álop, har Emil Ronaldsson spældi Svein Justinussen leysan, og hann skoraði til 1-0 til B68. B68 setti seg nú eisini meiri á dystin, og tá 35 minuttir vóru leiktir sóu vit aftur eitt sera gott álop. Emil Ronaldsson, sum var eyðsýndur í dag, vann bóltin á miðvøllinum, sendi bóltin fram í HB brotsteigin, har Svein var leysur, og hann trillaði bóltin yvirum til Karstin Clementsen, sum skoraði til 2-0 í sínum allarfyrsta dysti. B68 leikararnir høvdu tíverri ikki fingið armarnar niðuraftur, tí í næsta álopinum, var tað Niklas Kruse hjá HB, sum minkaði um munin eftir einmans avrik í teirra høgru síðu. Meiri hendi tó ikki í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var mest sum allur eitt langt álop á B68 málið, men B68 leikararnir stóðu væl á vøllinum, og vardu fyri. HB megnaði ikki at spæla seg fram til ein tann einasta veruliga opna málkjans, kortini vóru fleiri spentar støður í B68 brotsteiginum, tá HB hevði sínar deyðbóltar. Ta einu ferðina rakti HB stongina eftir fríspark, kortini sá tað út sum um, at Petur Meinhard nokk hevði bjargað skotinum, um tað hevði verið innanfyri. Hinvegin átti B68 kanska havt avgjørt dystin uppá kontra, har B68 hevði tveir sera stórar málkjansir; Fyrst var tað Svein Justinssen, sum var púra leysur, har hann royndi seg við skoti úr spískum, men HB málverjin bjargaði til horna. Síðani var tað Emil Ronaldsson, sum eisini var púra leysur, tá hann royndi seg við høvdinum eftir gott innlegg, men heldur ikki hann megnaði at fáa bóltin í málið.
Tað gjørdist so ein fult uppiborin 2-1 sigur á HB, og frøðin var eisini stór tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, har leikt var næstan 6 minuttir yvirtíð. Sigurin hevur við sær, at B68 framvegis er nr. 4, men bara 1 stig aftanfyri bæði ÍF og NSÍ, sum liggja ávikavist nr. 2 og 3. Tvey umfør eru eftir til summarsteðgin, har B68 skal leika bæði á útivølli, fyrst á Skála og síðani á Sandi.
Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at klikka á slóðina niðanfyri
Koyr á B68