Týdningarmikil sigur hjá 2. Deild

Dystarfrásøgn:

Týdningarmikil sigur hjá 2. Deild

Leygardagin seinna partin hevði 2. Deild hjá B68 vitjan av 07 Vesturi, í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Undan dystinum lá B68 á 7. Plássinum við 14 stigum, meðan 07 Vestur lá undir niðurflytingarstrikuni á 9. Plássinum við 9 stigum. Tí var tað týdningarmikið fyri bæði liðini at vinna dystin.

B68 vann eisini dystin 2-0, eftir at støðan var 0-0 í hálvleikinum. Í fyrsta minutti av seinna hálvleiki, legði Bárður Ó. Jensen B68 á odda 1-0, og 9 minuttir seinni, var tað Ovi Brim, sum skoraði til endaliga úrslitið 2-0 til B68.

Uttan iva ein týdningarmikil sigur til B68, sum eisini var greitt tað betra liðið. B68 leingi lá og rótaði niðri í botninum, men nú bara 4 umfør eru eftir at leika, hevur B68 vunnið seg fram á 6. Plássið við 8 stigum niður til niðurflytingarstrikuna.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at trýsta á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18650&pid=51

Koyr á B68

Onnur tíðindi