Trúgva enn upp á tað

Leygardagin var B68 á vitjan hjá TB/FCS/Royn og sigast kann ikki annað enn, at tað gekk gott, har B68 vann dystin heili 8-0, eftir at støðan var 4-0 í hálvleikinum.

Tíðliga í fyrra hálvleiki legði B68 seg framum 2-0 við málum frá Johnleifi Højgaard og Esmari Clementsen. Stutt seinni fingu suðuroyingar ein mann útvístan, áðrenn teir eisini gjørdu sjálvmál til 3-0. Fyri hálvleik var tað so Pedro Tarancon Anton, sum skoraði til 4-0.

Tá eitt korter var leikt av seinnu hálvleiki, fingu suðuroyingar aftur ein mann útvístan, og minuttin seinni økti Sveinur Justinussen um munin til 5-0. Jann Ingi Petersen skoraði síðani til 6-0, áðrenn suðuroyingar fingu enn ein mann útvístan, og komu harvið at leika við 8 monnum. Jann Ingi Petersen skoraði enn einaferð til 7-0, áðrenn Esmar Clemsentsen staðfesti sigurin til endaliga úrslitið 8-0 til B68.

Av teimum 53 málunum, sum B68 higartil hevur skorað í 23 dystum, hevur B68 skorað 19 mál í teimum trimum dystunum, B68 hevur leikt ímóti TB/FCS/Royn. Tað er eisini meiri enn ein triðingur av øllum málunum, sum B68 hevur skorað higartil í ár.

Hóast B68 liggur nr. 4 í 1. Deild, nú einans 4 umfør eru eftir at leika, trúgv vit framvegis uppá, at tað skal eydnast B68 at enda í top3 og harvið flyta upp. B68 hevur 4 stig upp til NSÍ og 7 til KÍ, og bæði liðini hava truplar dystir eftir, men tað krevst so eisini, at B68 vinnur sínar dystir, har Skála vitjar á Toftum komandi vikuskiftið.

Hagtøl frá dystinum kunnu annars síggjast á faroesoccer.com 

Koyr á B68

<!– /* Font Definitions */ @font-face {font-family:”Cambria Math”; panose-1:2 4 5 3 5 4 6 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:roman; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:-536869121 1107305727 33554432 0 415 0;} @font-face {font-family:Calibri; panose-1:2 15 5 2 2 2 4 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:swiss; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:-536859905 -1073732485 9 0 511 0;} /* Style Definitions */ p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal {mso-style-unhide:no; mso-style-qformat:yes; mso-style-parent:””; margin-top:0cm; margin-right:0cm; margin-bottom:8.0pt; margin-left:0cm; line-height:107%; mso-pagination:widow-orphan; font-size:11.0pt; font-family:”Calibri”,sans-serif; mso-ascii-font-family:Calibri; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:Calibri; mso-fareast-theme-font:minor-latin; mso-hansi-font-family:Calibri; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:”Times New Roman”; mso-bidi-theme-font:minor-bidi; mso-ansi-language:FO; mso-fareast-language:EN-US;} .MsoChpDefault {mso-style-type:export-only; mso-default-props:yes; font-family:”Calibri”,sans-serif; mso-ascii-font-family:Calibri; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:Calibri; mso-fareast-theme-font:minor-latin; mso-hansi-font-family:Calibri; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:”Times New Roman”; mso-bidi-theme-font:minor-bidi; mso-fareast-language:EN-US;} .MsoPapDefault {mso-style-type:export-only; margin-bottom:8.0pt; line-height:107%;} @page WordSection1 {size:595.3pt 841.9pt; margin:3.0cm 2.0cm 3.0cm 2.0cm; mso-header-margin:35.4pt; mso-footer-margin:35.4pt; mso-paper-source:0;} div.WordSection1 {page:WordSection1;} –>

Onnur tíðindi