Søtur sigur hjá 2. Deild

2. Deild hjá B68, har Alex (Alexander) Jovevic er venjari, fingu eina heldur trivaliga byrjan uppá kappingina, har B68 eftir tey fyrstu 5 umførini var undir strikuni við einans trimum stigum. Kortini var B68 leikliga væl við í fleiri av teimum dystunum, men tíverri koppaði tað heldur hinvegin, og einasti sigurin var í Runavík ímóti NSÍ, har B68 vann 5-2.

Hesi seinastu 6 umførini hevur tað tó eydnast frægari, har B68 hevur vunnið tríggjar, leikt tveir javnar og eitt tap, og 11 stig á kontoina, og har B68 nú hevur 14 stig. Undan dystinum ímóti NSÍ í kvøld, var B68 á 8’inda plássinum, 4 stig frammanfyri NSÍ á 9’inda plássinum. Við sigrinum í kvøld hevur B68 lagt NSÍ 7 stig afturum seg, og hava samstundis yvirhálað bæði KÍ og 07 Vestur, sum tó leika sínar dystir ímorgin.

Talan var annars um ein javnan dyst, har tað var lagt ímillum teir heilt stóru kjansirnar, men kortini vóru kjansirnir stórir tá teir vóru har. Einasta málið í dystinum skoraði Otto R. Petersen miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist leysur eftir eina langa sending, har NSÍ verjuleikarin var farin skeivur av sendingini. Sigurin kundi fara báðar vegir, og tí smakkaði tað væl eisini hjá B68. Heini Kristiansen í B68 málinum, leikti ein framúr góðan dyst, meðan allir leikararnir hjá B68 stríddust manniliga fyri hvørjum øðrum.

Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast á faroesoccer við at klikka á slóðina niðanfyri.

http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=18637&pid=51

Koyr á B68

Onnur tíðindi