Martin og Pedro hava tikið yvir

Síðani samstarvið millum B68 og høvuðsvenjarin Aleksander Jovevic og hjálparvenjarin Nenad Saric helt uppat 24. august, hava Martin Jarnskor og Pedro Tarancon Anton vant meistardeildsliðið hjá B68 og koma teir eisini at gera tað restina av kappingarárinum, saman við Karstini Hansen málmansvenjara.

Martin hevur í ár verið venjari hjá 2. deild og Pedro verið fysiskur venjari.

Jóhan Dávur Højgaard, Ingolf Petersen og Jann Ingi Petersen koma at hava ábyrgdina av 2. deild.

Koyr á B68!

Onnur tíðindi