Semja er um, at staðsetingin av stórhøllini, sum skal hava pláss fyri 4000 áskoðarum, verður á innara Toftavatni, sum skal tømast, fyllast upp við gróti og planerast til endamálið

NSÍ og B68 leggja saman og byggja stórhøll á Toftavatni

Semja er um, at staðsetingin av stórhøllini, sum skal hava pláss fyri 4000 áskoðarum, verður á innara Toftavatni, sum skal tømast, fyllast upp við gróti og planerast til endamálið

Frá kappingarárinum í 2023 at rokna verða grannarnir og arvafíggindarnir, B68 og NSÍ, eitt og sama felag. Navnið á felagsliðnum í bestu deildini verður FF Golan, ið sipar til heyggjarnar ið eru miðskeiðis millum bygdirnar báðar.

Í fyrstu atløgu er ætlanin at hava ein yvirbygnað, har allar deildir hjá báðum feløgunum úr U13 og upp eftir verða við í FF Golan.

Málið hjá felagsliðnum er at hava eitt lokalt lið við spælarum á eystara armi á skálafjørðinum, sum í fyrsta lagi verður mannað við fólki úr báðum kommununum.

Nýggja felagið hevur sett sær sum mál verða í fremstu røð longu frá fyrsta degi, og tí er ætlanin at krydda bestu deildina hjá FF Golan longu í 2023 við fýra ella fimm toppspælarum á premierleauge-støði.

Fíggjarliga sterk feløg í økinum hava givið lyfti um, at tey vilja verða við til at bera keyp av toppleikarum til felagsliðið.

Bæði Runavíkar kommuna og Nes kommuna taka eisini undir við ætlanini at byggja eina risastóra innandura fótbóltshøll, sum fer at hava pláss fyri 4000 áskoðarum.

Kommunurnar eru samdar um, at staðsetingin av høllini verður á innara Toftavatni, sum skal tømast, fyllast upp við gróti og planerast til stórhøll.

Í báðum kommununum er semja um, at hetta er besta loysnin, tí tá liggur høllin í náttúruvøkrum umhvørvi, samstundis sum hon kemur at liggja miðskeiðis millum kommunurnar báðar.

Runavíkar kommuna og Nes kommuna hava játtað 6 miljónir krónur hvør um árið til rakstur av FF Golan tey fyrstu fimm árini eftir samanleggingina.

Semja er um, at fantastisku umstøðurnar, sum nýggja felagið fær við fótbóltshøllini saman við fíggjarligum styrki til keyp av nøkrum toppleikarum, eiga at gera, at FF Golan beinanvegin kann gerast ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti.

Grannarnir og arvafíggindarnir, B68 og NSÍ, halda, at saman fer økið á eystara armi á Skálafjørðinum at standa so nógv sterkari.

Í báðum feløgunum eru nógvir góðir og evnaríkir leikarar, og við einum ísletti av góðskuspælarum uttanlands er málið, at FF Golan longu frá fyrsta degi skal verða á ovastu rók í føroyskum toppfótbólti.

Kunnandi fundur um samanleggingina, sum feløgini hava fingið í lag, verður í Løkshøll í kvøld klokkan 19, har umboð fyri feløgini og borgarstjórarnir í báðum kommununum verða við.

Tey ið hava týðandi viðurskiftið at bera fram áðrenn kunnandi fundin í kvøld, kunna støkka inn á kontórið hjá øðrum av kommununum og bera síni sjónarmið fram.

vegna,


B68
NSÍ
Nes Kommuna
Runavíkar Kommuna

Onnur tíðindi