Fyrr í ár megnaði B68 at vinna B bólkin í innleiðandi kappingini hjá U15 dreingjum, og samstundis leiktu seg upp í A bólkin, har leikt verður um FM. Mótstøðuliðið í dag, var HB b, sum innleiðandi endaði niðast í A bólkinum, og harvið skuldu teir leika dyst ímóti AB, sum endaði nr. 2 í B bólkinum, einans 1 stig aftanfyri B68. HB vann samanlagt á AB og tí sluppu teir at halda á fram í A bólkinum. Hini 6 liðini í A bólkinum eru KÍ a, HB a, B36 a, NSÍ a, EB/Streymur a og Víkingur.
Tað var eisini framúr gott veður á Svangaskarði, tá Rúni Gaardbo bríkslaði dystin í gongd. At byrja við leikaði javnt á, har HB var eitt sindur meiri á bóltinum, og har tað fyri tað nógva gekk fyri seg á B68 hálvuni frá sekstan metrinum og fram til miðvøllin. B68 byrjaði varliga, har leikararnir kortini funnu væl hvønn annan við góðum samanspæli. Tá fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin, vinnur Eli bóltin á miðvøllinum, spælir aftur til Hjarnar, sum við framúr góðari og langari sending sendir Richard avstað, har hann rennur frá øllum og skorar trygt til 1-0 til B68. Stutt seinni er tað Richard, sum er uppá spæl í vinstru síðu, og við einari góðari sending, sendir hann Fríða avstað, og hann rennur eisini frá øllum og skorar trygt til 2-0 til B68. Spælið var hitt sama, og stutt fyri hálvleik, var Richard enn einaferð sendur avstað, hesaferð eftir góða sending frá Dominick, og Richard skorar trygt til 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Uttan iva ein góður hálvleikur hjá B68, sum skoraðu uppá sínar kjansir, og sum eisini hildu HB frá teimum heilt stóru kjansunum.
Í seinna hálvleiki var B68 greitt omaná, har álopini skolaðu niður ímóti HB málinum. Tað vóru heldur ikki nógvir minuttir leiktir tá Richard vinnur bóltin á miðvøllinum, rekur fram eftir, og nakað uttanfyri brotsteigin smekkar hann til, har bólturin rýkur upp í málhornið. Eitt sera gott mál, sum uttan iva man verða eitt gott boð uppá ársins mál á Svangaskarði. B68 hevur ikki so breiðan hóp og onkrir skaðar vóru eisini at hóma, og tí vóru m.a. Astrid R. Petersen og Jórun í Túni Petersen, sum leika við U15 gentum við í hópinum, og tær vóru nú báðar skiftar inn, og gjørdu tað eisini framúr væl. B68 helt á fram við tí góða álopinum, har Richard vinnur bóltin á HB hálvuni, spælir fram til Fríða, sum gerst leysur og hann skorar til 5-0. Stutt seinni er tað so Richard, sum verður spældur fríur eftir gott B68 álop við fáum berøringum, og hann skorar til 6-0 úr spískum.
Seinastu løtuna fekk B68 3 mál afturat. Fyrst eftir trunkaspæl, har málverjin hjá HB bjargar í fyrstu atløgu, síðani rakar Astrid á stongina, og til seinast er tað so Jákup, sum skjýtur bóltin í málið til 7-0. Løtu seinni er Hjarnar uppá spæl í HB brotsteiginum heilt niðri við baklinjuna, har hann sendur bóltin innfyri og úr spískum flugtar Fríði bóltin í málið til 8-0, og eitt sera vakurt mál. Til allarseinast fær B68 fríspark beint uttanfyri HB brotsteigin heilt út ímóti síðuni, og í besta Dybala stíli snúrar Hjarnar bóltin upp í nærmasta hálhorn, og enn eitt sera vakurt mál til endaliga úrslitið 9-0 til B68.
Uttan iva ein sera góð byrjan hjá B68 uppá kappingina í A bólkinum, og kanska eisini tann besti dysturin hesir leikararnir nakrantíð hava leikt. Gott nokk endaði HB b aftast í A bólkinum, meðan B68 vann B bólkin, men tað var kortini við tógvið stríð, har B68 fekk harða mótstøðu frá hinum liðunum og har B68 vann ongan dyst við fleiri enn tveimum málum. Næsti dystur hjá B68 verður komandi leygardag, har KÍ kemur á vitjan á Svangaskarði. KÍ endaði fremst í A bólkinum innleiðandi, og í steypakappingini vann KÍ heili 12-0 á B68, so tað verður uttan iva ein torfør uppgáva hjá B68
B68
Svenn Danielsen – Rói R. Hansen, Fríði í Túni Petersen, Jákup Nesá, Dávid Olsen – Richard H. De Franca, Heini Fossdalsá, Hjarnar Johansen, Hilmar á Regni Højgaard – Andrass Højgaard, Eli Hansen – Dominick Troleis, Astrid R. Petersen, Jórun í Túni Petersen.
Venjari hendan dystin var Kjartan Højgaard
B68 – HB b 9-0 (3-0)
1-0 Richard H. De Franca
2-0 Fríði í Túni Petersen
3-0 Richard H. De Franca
4-0 Richard H. De Franca
5-0 Fríði í Túni Petersen
6-0 Richard H. De Franca
7-0 Jákup Nesá
8-0 Fríði í Túni Petersen
9-0 Hjarnar Johansen
Koyr á B68