Tá B68 og HB í dag hittust í kappingini um Løgmanssteypið á Svangaskarði, spældi presturin hjá toftafólki og hjá gøtufólki, Ovi Brim, á liðnum hjá B68. Ovi Brim spældi allan dystin sum sentralur miðvallari.
Fyri Ova Brim var talan um heilt serligan dyst. Ikki tí, at talan var um steypadyst ímóti HB, men tí at Ovi Brim spældi á liði saman við dreingjum, sum hann fyri fáum árum síðani konfirmeraði.
Teir tríggir dreingirnir vóru Jákup Reinert Højgaard, Bárður Ólavsson og Aleksandur Ólavsson, sum allir eru føddir í 2001. Ovi Brim skrivar soleiðis á síni Facebook síðu.
– Konfirmantarnir vorðnir menn. Tað var í februar 2015 at yvirritaði varð prestvígdur til tænastu í Nes prestagjaldi. Sum kunnugt er konfirmantafrálæra týðandi partur av kallinum. Millum fyrstu konfirmantarnar vóru hesir garpar (Jákup, Bárður og Aleksandur).
– Stuttligt í dag at taka lut í dysti saman við teimum. Hóast úrslitið varð lítið at skriva heim um, so prógvaðu teir seg veruliga sum stríðsfúsar menn.
Við slíkum hugi koma teir langt, skrivar Ovi Brim á sínari Facebook síðu.
Dysturin millum B68 og HB endaði við 4-0 sigri til HB.