Mánadagin 15. januar 2024 frá kl. 16:00 til kl. 20:00 verður árligi luttøkudagurin hjá B68 á Svangaskarði.
Øll ið ynskja at spæla fótbólt við B68 í ár, kunnu melda seg til og gjalda luttøkugjald.
Við í luttøkugjaldinum fær hvør leikari eitt sett av spæliklæðum til ognar, har navn og nummar verður prentað á bakið.
Á luttøkudegnum ber til at passa spæliklæðini, so at øll kunnu fáa røttu stødd.
Tá klæðini eru komin, kunnu tey avheintast á Svangaskarði.
Luttøkugjaldið fyri fótbóltsárið 2024 er 800 kr.
Tað skal vera stuttligt at spæla fótbólt við B68, og fótbóltur skal vera fyri øll.
Vit vóna at síggja so nógv børn og vaksin sum gjørligt til luttøkudagin.
Til ber at nýta frítíðarkortið frá Nes Kommunu til luttøkudagin.
Frítíðarkortið er galdandi fyri øll børn frá 0 – 18 ár.
Kaffi og okkurt gott afturvið verður sjálvandi eisini at fáa.
Koyr á B68!