Í samband við HM, ætla vit á heimasíðuni hjá B68, at seta onkrar spurningar til persónar kring B68, sum hava okkurt við eitt HM land at gera. Hesaferð hava vit sett okkum í samband við serban Alex (Alexandar) Jovevic, sum í ár er nýggjur í B68. Alex er venjari hjá 2. Deild, umframt at hann eisini er hjálparvenjari hjá 1. Deild.
Alex kom sum 25 ára gamal til Føroyar í 2003, at leika við Skála, og árið eftir var hann í NSÍ, og síðani í TB í 2005. Í 2006 gekk leiðin til ÍF, og har var hann so til árið í fjør, fyrst sum leikari og seinni eisini venjari. Alex Jovevic er annars skrásettur fyri 173 dystir í bestu deildini, har hann eisini skoraði 4 mál, har 2 av teimum vóru ímóti B68.
40 ára gamli Alex Jovevic er ættaður úr Beograd, sum er høvuðsstaðurin í Serbia. Áðrenn Alex kom til Føroyar leikti hann við liðnum Srem úr býnum Sremska Mitrovica. Tá var ein ungur og evnaríkur leikari í hópinum hjá Srem, sum nevnist Branislav Ivanovic, og tað var eisini ein leikari, sum sá upp til Alex, sum var ein av teimum royndu leikarunum í Srem, meðan Branislav var ungur og óroyndur. Ivanovic kenna vit øll frá tíðini í Chelsea, har hann leikti í heili 10 ár, og har hann vann Premier League 4 ferðir og Champions League einaferð. Ivanovic er annars mest kendur fyri at verða bitin í armin av Suares. Ivanovic er eisini landsliðsleikari hjá Serbia, og tá Serbia leikti á Tórsvølli ímóti Føroyum í 2009, slapp Alex so at hitta Ivanovic aftur, og teir báðir sótu og prátaðu saman í fleiri tímar á Hotel Føroyum, har Serbisku leikararnir gistu, um gamlar dagar og hvussu tað hevur hilnast hjá hvørjum øðrum hesi seinastu árini.
Annars trívist Alex sera væl í Føroyum, har hann hevur gift seg við føroyskari kvinnu, umframt at børn eisini eru komin til høldar.
Hesar spurningarnar niðanfyri settu vit Alex Jovevic í samband við HM
1.) Hvørjar vónir hevur tú til Serbia? Eg havi góðar vónir til at Serbia kemur víðari úr bólkinum, og síðani hevur tað nógv at siga hvønn teir møta.
2.) Hvør vinnur HM og hví? Spania er favorittur at vinna, tí teir hava spælt tann sama spælistýlin í fleiri ár. Tað riggar eisini fínt við teimum leikarum og profilum teir hava á liðinum.
3.) Hvør verður tað størsta yvirraskilski, og hví? Tað kann væl vísa seg at fara at verða Belgia. Teir hava so nógvar einstaklingar í liðinum, sum eisini spæla við teimum størstu liðunum í Evropa. Øll hava eisini bíða eftir teimum í fleiri ár, so nú er kanska tíðin, har teir sláa til.
4.) Hvør verður tað størsta vónbrotið, og hví? Tað kann væl gerast Argentina, tí nú halda øll at tað er seinasti kjansurin hjá Messi, at vinna HM. Tað fer eisini at seta stórt trýst á bæði Messi og Argentina.
5.) Hvør verður besti leikari undir HM, og hví? Ronaldo, tí hann er eisini altíð svangur at vísa at hann er best.
6.) Hvør verður HM toppskjútti, og hví? Ronaldo, tí alt er bygt rundanum hann, umframt at tað er hann, sum tekur øll fríspørk og brotsspørk.
7.) Hvør leikari fær sítt veruliga gjøgnumbrot? Sergej Milinkovic Savic úr Serbia er ein komandi stjørna á fótbóltsvøllinum, og hann vil vísa allar hansara dygdir undir hesum HM. Nakað, sum mær eisini vil dáma sera væl.
Her frá takka vit Alex fyri at hann vildi svara uppá Spurningarnar, og vilja vit ynskja honum og Serbia bestu eydnu í HM.
Koyr á B68