Í samband við, at tað HM er á skránni í Russlandi, hava vit her á heimasíðuni spurt nakrar persónar kring B68, sum hava eitt ella annað tilknýti til okkurt av londunum, sum eru við í HM nakrar spurningar, sum sjálvandi hava nakað við HM at gera.
Á Toftum búgva tveir tannáringar, sum í hesum døgum eisini eru raktir av HM fepri, har teir fylgja sera spentir við í sjónvarpinum. Richard Højgaard De Franca og Dominick Philbrow Troleis, sum báðir leika við U15 dreingjum hjá B68, hava tað í felag, at teir eru hálvir brasilianarar, umframt at teir eisini eru góðir vinir.. Richard hevur ættarbond úr Rio De Janeiro, har familjan hjá honum eru stórir fjepparar av liðnum Flamengo. Hinvegin hevur Dominick síni ættarbond nakað uttanfyri Sao Paulo, sum er fólkaríkasti býurin í Brasil. Familjan hjá Dominick eru stórir fjepparar av Sao Paulo liðnum Corinthians.
Teir báðir hava góðar vónir, at tað skal eydnast Brasil at vinna HM, hóast tað ikki hevur hilnast so gott hjá teimum higartil. Favoritt leikarin hjá teimum er Neymar, men teir eru tó samdir, at enn hevur Neymar ikki víst tað stóra, har tað hevur verið alt for nógv fjas frá hansara síðu. Teir meta báðir, at tað eru fleiri lið um boðið hesaferð at vinna HM, tí fleiri lið hava víst góðan fótbólt og stóra styrki. Dominick metir at Belgia og Ongland eru størsta hóttanin hjá Brasil at vinna HM, meðan Richard metir tað verða Frakland. Annars halda teir báðir, at Ronaldo hevur verið tann besti leikarin í HM higartil, men teir meta kortini ikki, at Portugal megnar at vinna HM.
Í kvøld leikar Brasil avgerandi dystin í bólkaspælinum ímóti Serbia, men tann dystin kunnu teir báðir ikki síggja, tí U15 dreingir hjá B68 leika í Gundadali ímóti HB a samstundis.
Herfrá ynskja vit Dominick og Richardi góðan eydnu í kvøld, bæði við B68 og Brasil.
Koyr á B68