Í morgin leygardagin verður seinasta umfar á skránni hjá Gentum U15 á hálvum vølli. Tað hevur hilnast so mikið væl í ár, at B68 er fremst undan seinasta umfari. Mótstøðuliðið hjá B68 er 07 Vestur, sum liggur nr. 2, og bara eitt stig aftanfyri B68.
Dysturin verður sum sagt leiktur ímorgin, har 07 Vestur hevur heimavøll í Sandavági kl. 13.00. Liðini hava leikt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, har 07 Vestur vann 2-0 á heimavølli, meðan B68 vann 5-3 á Toftum.
Alt árið hava B68 og 07 Vestur annars ligið lið um lið á stigatalvuni, men her í seinnu hálvu hevur 07 Vestur tapt ímóti ÍF, meðan B68 leikti javnt ímóti HB. Av tí sama, er B68 undan seinasta dystinum, eitt stig frammanfyri 07 Vestur, og tí er eisini ein javnleikur nokk hjá B68 til at vinna kappingina, meðan 07 Vestur skal vinna dystin.
Vónandi verða tað fleiri B68 fjepparar, sum leita sær vestur til Sandavágs at heppa á tær Reyðu – Koyr á B68