Kappingin er nú farin í gongd aftur eftir summarfrítíðina, har B68 hevði vitjan av oddaliðinum KÍ. Hjá B68 vóru nakrar broytingar í mun til tað vit sóu í fyrru hálvu, har m.a. Jóhan Dávur Højgaard og Albert Róin Johannesen vóru í álopinum, meðan Esmar Clementsen og Sveinur Justinussen sótu á bonkinum. KÍ liðið var sera væl manna við fleiri leikarum, sum hava drúgvar royndir í Betrideildini, m.a. leikti Jóannes Bjartalíð allan dystin. Annars var tað frálíkt fótbóltsveður og fitt av áskoðararum, tá Rúni Olsen bríkslaði dystin í gongd.
Tað byrjaði heldur varliga, har B68 ikki veruliga megnaði at seta KÍ undir eitt støðugt trýst. Tá so eitt gott korter var leikt av dystinum, var KÍ í álopi í vinstru síðu, har spælt varð útfrá til Óla Poulsen, sum ótarnaður slapp at skjóta bóltin í málið til 1-0 til KÍ. Málskjúttin hjá KÍ leikar vanligt við besta liðinum hjá KÍ, men í dag var hann at finna í 1. Deild. B68 royndi at svara aftur, men tað gekk ikki væl at koma fram til vandamikil álop, og tá tað gjørdist vandamikið, hevði linjuverjin flaggið á lofti fyri rangstøðu. KÍ var kanska nærri enn B68 at fáa mál, men tað varð við 0-1 tá farið var til hálvleik.
Í hálvleikinum vóru Esmar Clementsen og Sveinur Justinussen skiftir inn og B68 setti eisini beinanvegin á dystin, har tað eisini vóru fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið. Men so hendir tað, sum ikki skal henda, tá B68 hevur fingið fatur á dystinum, og eftir eina verjuvillu verður Eivindur Sørensen hjá KÍ spældur fríur, og hann skorar trygt til 2-0 til KÍ. Trýstið, sum B68 hevði havt á KÍ var nú burtur, har tað eisini var langt ímillum B68 álopini.
B68 leikararnir royndu kortini at koma afturíaftur, og tá 10 minuttir vóru eftir at leika, var Esmar Clementsen sendur avstað, og komin fram í KÍ brotsteigin verða beinini tikin undan honum av KÍ málverjanum, Meinhard Joensen. Dómarin ivaðist ikki og dømdi brotsspark til B68, sum Jann Ingi Petersen skoraði trygt uppá. Hóast 10 minuttir vóru eftir at leika, megnaði B68 ongantíð at seta KÍ undir eitt støðugt trýst, har dómarin eisini legði 5 minuttir afturat. Tá 4 minuttir vóru leiktir av yvirtíðini, sendur Jann Ingi Petersen ein seinasta bólt fram í KÍ brotsteigin. Sveinur Justinussen fær fatur á bóltinum uttarlaga í brotsteiginum, vendur sær á og spælir tvørtur um, har indskiftið Otto Reinert Petersen er fyrstur á bóltin og skorar til 2-2, og stór frøði á bæði leikarum og viðhaldsfólki. Leikt var ikki leingi afturat og dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, har øll, sum halda við B68 eiga at verða nøgd við javnleikin hóast alt.
Við javnleikinum er B68 framvegis nr. 4, men nú er bara eitt stig upp til NSÍ, sum tapti ímóti ÍF. Komandi dystur hjá B68 verður komandi vikuskiftið, har leiðin gongur til Suðuroyar.
Hagtøl frá dystinum kunnu síggjast við at trýsta á slóðina niðanfyri.
Koyr á B68