Dystarfrásøgn: Greiður sigur til endans

B68 hevði í dag seinnapartin vitjan av TB/FCS/Royn á Svangaskarði. Dysturin skuldi eftir ætlan verða leiktur í Suðri leygardagin, men vegna Summarfestivalin býttu liðini um heimavøll, so at dysturin kundi leikast á Toftum í dag í staðin. Tað vil so samstundis siga, at í 23. umfari skal B68 til Suðuroyar at leika í staðin. Hetta var 18. Umfar, har B68 við einum sigri, kundi leggja seg á tað eina uppflytingarplássið, eftir at KÍ vann á NSÍ í gjár. Fótbóltslíkindi vóru eisini góð, tá Bent Tommy Linklett bríkslaði dystin í gongd, men ikki so nógv fólk at síggja kring vøllin.

Frá seinasta dysti vóru tvær broytingar á B68 liðinum, har Sveinur Justinussen og Esmar Clementsen byrjaðu inni hesaferð. Petur í Túni Petersen, sum undan dystinum hevði leikt allar dystirnar, hevði í dag leikbann, og fyri hann á høgra bakki leikti Pedro Tarancon Anton. Hóast Suðuroyingar eru aftast í 1. Deild, var hetta kortini ikki nakað, sum kundi síggja frá fyrsta bríksl. B68 var leikliga omaná, men suðuroyingar stóðu væl og stríddust eisini væl, har B68 ikki veruliga megnaði at set teir undir eitt støðugt trýst. Suðuroyingarnir bitu eisini frá sær, har teir vóru sera vandamiklir uppá snarálopini, og ta einu ferðina, raktu teir stongina. B68 hevði eisini fleiri góðar kjansir, men tá ið kjansirnir uppstóðu, rakti man ikki málið. Tað varð tí við 0-0 í hálvleikinum.

Frá byrjan í seinna hálvleiki, varð Albert Róin Johannesen skiftir inn á vinstra bakk, meðan Óli Højgaard Olsen varð fluttur longur fram á vøllin. Stutt seinni var eisini Ottor Reinert Petersesen skiftir inn, og nú kom eisini meiri ferð á hjá B68. Tá so eitt korter var leikt, royndi Esmar Clementsen seg við langskoti, sum málverjin hálvbjargaði. Óli Højgaard Olsen var kvikur á returinum og skoraði til 1-0 B68, og stórur lætti hjá bæði leikarum og áskoðarum. B68 helt á fram við at trýsta og fleiri ferðir var heilt nær við, men inn vildi bólturin ikki. Suðuroyingar royndu seg uppá snarálop, og tað var eisini líka við ta einu ferðina, men Petur Meinhard Magnussen kom væl út úr málinum.

Tá so dysturin var um at verða liðugur, royndi Jann Ingi Petersen seg við góðum skoti, har hann rakti tvørtræið, og á returinum skoraði Otto Reinert Petersen til 2-0 til B68. Líta løtu seinni var Óli Højgaard Olsen enn einaferð uppá spæl, og skoraði úr spískum, til endaliga úrslitið 3-0 til B68. Hóast tað var ein heldur rótutur dystur, gjørdist tað kortini talan um greiða 3-0 sigur til B68, sum nú liggur nr. 3 við tveimum stigum fleiri enn NSÍ, og júst hesi bæði liðini hittast á Svangaskarði komandi vikuskifti.

Koyr á B68

Onnur tíðindi