Fríggjakvøldið 8. mars kl. 19.00
Fjepparafelagið Reyði Pantarin skipar fyri damuborðhaldi á Svangaskarði á altjóða kvinnudegnum, 8. mars.
Lagt upp er til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld, har damur í øllum aldri kunnu hugna sær saman.
Skráin:
- Vælkomudrykkur
 - kalt borð
 - dessert
 - Sangframførslur frá Victoriu á Lakjuni & Fróða Bjarnason
 - Sigrun Johannesen, stylistur og eigari av Insito greiðir frá vármótanum 2019 v.m.
 - Hjørdis Nesá, hárfríðkanarkvinnar greiðir frá hármótanum 2019 v.m.
 - Shaila Dam Jacobsen, make-up artistur greiðir frá um make-up og litir
 - Klumma frá Ceciliu Jacobsen
 - Sølubásar
 
Teknað teg við at senda eini SMS-boð á tlf.: 26 22 77 seinast mikudagin 6. mars.
Atgongumerkið verður goldið við dyrnar, og kostar 200 kr. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil.
Fjepparafelagið Reyði Pantarin