Bjørt framtíð hóast reyð tøl

Aðalfundur felagsins var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið.
Greitt varð frá virksemi felagsins farna árið og roknskapur var lagdur fram.
Felagið kann gleðast um, at áhugin fyri fótbólti á Toftum gerst stórri og stórri. Bæði í ár eins í undanfarna ár hevur tilmeldingin av luttakandi limum verið methøg og eisini er at gleðast um at stig vóru tikin til at hava kvinnufótbólt í vaksnamannadeildini í 2023.

Kostnaðarmikið at vera í ovastu rók

Roknskapurin fyri 2022 ið var lagdur fram vísti eitt rakstrarhall uppá kr. 800.000,-. Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar.

Hallið kemur ikki at ávirka raksturin í 2023

Búskettið fyri 2023 verður eitt vet hægri enn í 2022. Hetta kemst serliga av, at vit í ár fara at hava lið í bestu og næstbestu mansdeildini umframt at kvinnufótbólturin eisini er settur á stovn aftur.


Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn fari verður inní summarið.

Fyri at tryggjað raksturin fer felagið at umleggja nøkur partaprøv til pening fyri at fáa alla skuld burtur umframt at felagið hevur eina sera arbeiðssama stuðulsnevnd sum hevur tví- til trífaldað stuðulsinntøkurnar fyri 2023.

Í takt við at tað leggjast fleiri og fleiri sjálvbodnar hendur afturat felagnum, ber eisini til í ár at seta fleiri tiltøk í verk sum vóru á skrá í fjør, men sum ikki kundu haldast vegna væntandi hendur.

Eisini verður køkurin á Svangaskarði dagførdur í verandi løtu og gevur hetta okkum fleir inntøkumøguleikar enn undanfarin ár.

Tað verður ikki mett at felagið í so stóran mun fer at hava líka stórar óvæntaðar útreiðslur komadi árið eins og í fjør og saman við øktu inntøkunum verður mett at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampuligum yvirskotið út úr 2023.

Onnur tíðindi