Mynd: Andri Gerðisá

B68 verður við í U21 deildini 2019

Tofta Ítróttarfelag fer at verða við í U21 deildini komandi ár. Felagið strembar eftir at hava tilboð til allar fótbóltsleikarnar hjá B68. Tí vilja vit bjóða okkara leikararum, at spæla í U21 deildini 2019.

Komandi ár hava vit nokk av leikarum, til at manna eitt U21 lið og tað eru vit sera spent uppá. Felagið vil menna okkara leikarar og gera teir klárar til vaksnamanna fótbólt. Her síggja vit ein góðan møguleika við U21 deilini.

B68 hevur nógvar ungar og evnaríkar fótbóltsleikarar. Í 2019 fara teir at hava møguleikan við U21 deildini, hartil kunna teir eisini leika við 1.deild ella 2.deild hjá B68.

Meiri kunning um venjarar í nærmastu framtíð.

Koyr á B68

Onnur tíðindi