B68 U21 í gongd í kvøld

U21 hjá B68 spæla í kvøld teirra fyrsta dyst nakrantíð, tá B71 vitjar á Svangaskarði kl. 18.30.

Í fjør vórðu fleiri av kappingunum hjá teimum yngru broyttar, har man m.a. U18 varð til U17, og U16 til U15 og so víðari. Hettar var gjørt fyri at tilpassað altjóða fótbólt. Afturat kom so ein U21 kapping, har B68 tó ikki var við í fjør. Vegna smáar árgangir hevði B68 heldur ikki U17 í fjør, og tað hava vit heldur ikki í ár, men sum sagt hava vit ístaðin U21, og tað kunnu vit vegna teir ungu leikararnar fegnast um.

Leikt verður vanliga mánadag, har byrja varð í seinastu viku, men tá var B68 ikki í dysti. B68 er annars í Bólki B, har hini liðini eru ÍF, Skála, NSÍ b, Víkingur, EB/Streymur, KÍ b og so B71, sum vitjar á Svangaskarði kl. 18.30 í kvøld.

Koyr á B68

Onnur tíðindi