B68 gjørt sáttmála við Freddy Adu árið út.

Nýggi leikarin hevur roynt eitt sindur av hvørjum og senast í Svøríki

Vit kunnu í dag boða frá, at B68 hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla heimskenda áleyparan Freddy Adu.

Freddy kom sum bert 16 ára gamal á Amerikanska landsliðið og hevur hann á yrkisleið síni havt nakrar framúrskarandi royndir við sær. Eitt nú hevur Freddy leikt við D.C. United, Benefica og AS Monaco.

Í senastuni hevur Freddy verið í Svøríki har hann í eitt stutt tíðarskeið spældi við Østerleen FF. Sáttmálin bleiv uppsagdur eftir 3 mánaðum og í hesum sambandið hevur Freddy vent sær til B68 um loyvi at spæla kappingarárið út,

Øssur Hansen, venjari hjá okkum hevri givið grønt ljós til at loyva Freddy at koma í hópin á líka føti við aðrar. Freddy kom til landið í gjár og skal sita í sóttarhaldið í íbúðunum á ovastu hædd í B68 húsinum.

Freddy hevur víst framúrskarandi form og um alt gongst sum ætlað, verður Freddy Adu við ímóti TB um góðar 10 dagar. Av tí at Freddy Adu er kontraktleysur ber til hjá honum at skfita til B68 uttanum flytingarvindeyga.

Onnur tíðindi