Hjartaliga tillukku til okkara 18 ára gamla verjuleikara Aleksandur Ólavsson‚ sum skal við U19 landsliðinum mánadagin. 
 Føroysku U19-meinninir skulu fyrireika seg til EM-undankappingina í november.
 Ungu menninir skullu til Norður Írland at spæla tveir venjingardystir. Fyrri venjingardysturin verður á Stangmore Park í Dungannon, týsdagin 3. september. Tann seinni verður á The Showgrounds í Belfast‚ hósdagin 5. september.
 Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-landsliðnum. 
 Vit ynskja Aleksandur alt tað besta. 
 Vinarliga 
 Tofta Ítróttarfelag 
 B68