Í gjár leikti B68 á Svangaskarði ímóti ÍF, sum liggur aftast, og B68 vann heili 11-1 á fuglfirðingum, eftir at støðan í hálvleikinum var 4-0. Ovi Brim, Karstin Clementsen, Petur Petersen, Búi í Hjøllum og Arthur Højgaard skoraðu allir tvey mál hvør, meðan Benjamin Kundsen skoraði eitt mál, sum eisini var tað fyrsta málið í dystinum.
Hagtøl frá dystinum kunnu annars síggjast á faroesoccer.
Eftir eina minni góða byrjan uppá kappingina í 2. Deild, har B68 leingi lá og rótaði niðri í botninum, hevur tað gingið stak væl hjá B68 í seinnu hálvu. Nú bara eitt umfar er eftir at leika, hevur B68 fyri fyrstu ferð í ár, lagt seg á 5. Plássið. Nr. 4 er Víkingur, sum er 2 stig frammanfyri B68, og júst Víkingur og B68 hittast í seinasta umfari komandi vikuskiftið, har leikt verður í Norðragøtu.
Hesi seinastu nógvu árini, hevur tað annars hilnast sera illa hjá næstbesta liðinum hjá B68. Í fjør endaði B68 nr. 9, men av tí, at bara eitt lið kundi flyta upp úr 3. Deild, varðveitti B68 sæti í 2. Deild. Árini frammanundan í 2014, 2015 og 2016 bjargaði B68 sær undan niðurflyting á seinasta leikdegi.
Í ár hevur hilnast nógv betur, har Alexander Jovovic hevur verið venjari, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá Bill McLeod jacobsen í 1. Deild. Hóast B68 ikki fekk tí frægastu byrjanina, leikti B68 kortini góðan fótbólt, har tað tíverri ofta koppaði hinvegin. Uttan iva ein góðkend kapping hjá 2. Deild hjá B68.
Koyr á B68
<!– /* Font Definitions */ @font-face {font-family:”Cambria Math”; panose-1:2 4 5 3 5 4 6 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:roman; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:-536869121 1107305727 33554432 0 415 0;} @font-face {font-family:Calibri; panose-1:2 15 5 2 2 2 4 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:swiss; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:-536859905 -1073732485 9 0 511 0;} /* Style Definitions */ p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal {mso-style-unhide:no; mso-style-qformat:yes; mso-style-parent:””; margin-top:0cm; margin-right:0cm; margin-bottom:8.0pt; margin-left:0cm; line-height:107%; mso-pagination:widow-orphan; font-size:11.0pt; font-family:”Calibri”,sans-serif; mso-ascii-font-family:Calibri; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:Calibri; mso-fareast-theme-font:minor-latin; mso-hansi-font-family:Calibri; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:”Times New Roman”; mso-bidi-theme-font:minor-bidi; mso-ansi-language:FO; mso-fareast-language:EN-US;} .MsoChpDefault {mso-style-type:export-only; mso-default-props: