2-2 javnleikur í fyrsta heimadysti í 2022

Í fyrsta heimadysti og grannauppgerð í móti Skála bleiv tað javnleikur, 2-2. Liðini áttu hvør sín hálvleik, og iðraðu báðir partar seg um, at ikki fáa fulla úrtøku. Tríggir nýggir spælarar fingu sín fyrsta dyst fyri B68. Teir vóru Aidian Liu, DABO og Gilli Samuelsen. Teir fyrst nevndu eru ávíkavist úr USA og Senegal. Aidan er leigaður úr Vejle, sum spælir í donsku Superliga’ini. Gilli er komin úr B36. Í dystinum fyri viku síðani spældu eisini tríggir leikarir fyrstu ferð fyri besta liðið hjá B68. Tað vóru daninir Niels Jensen og Sebastian L. Nielsen og so okkara egni 16 ára gamli Hanus Højgaard. Vegna serligar umstøður hjá Róa M. Hentze, so kom ein gamal kenningur inn á besta liðið hjá B68 inn eftir hálvleik. Tað var Ragnar Lindholm, sum hevur nomið sær løgreglu útbúgving niðri tey seinastu árini.

B68 legði seg á odda eftir hornaspark. Tað var Sebastian Lau Nielsen, ið hegnisliga við hælinum fekk mál. Skála javnaði við langskoti. Undir øllum vanligum umstøðum hjá okkara málverja, so hevði hetta ikki verið mál. Heimaliðið fall ikki í fátt og legði Sebastian B68 á odda 2-1 við hansara triðja máli í ár og er javnur toppskorari í Betrideildini. Hetta málið var eisini gott. Trekti framvið fleiri inni í málteignum og smekkaði til – kanska eitt sindur óvæntað fyri Skála-málverjan. B68 var omaná í fyrra hálvleiki og høvdu fleiri góð álop. Uttan so at koma til veruligar kjansir. Ein góðkendur fyrri hálvleikur av okkara monnum.

Skála tók yvir í seinna hálvleiki og lá tað í luftini, at teir fóru at koma til góðar støður frammanfyri B68 málið. Teir fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, men eftir 84 minuttir fingu teir so útjavnandi málið. Og kundi teir eisini farið við øllum, tá teir brendu ein risa møguleika í yvirtíðini.

Nú komandi fríggjakvøld, 18. mars, verður aftur grannauppgerð. Hesaferð við Løkin í Runavík og hava vit aftur ein góðan kjans at fáa stig. Men tað krevur sjálvsagt, at vit spæla upp til okkara besta. í fjør vóru allar grannauppgerðinar ímóti NSÍ javnar, tó so NSÍ vann allar við einum máli.

Onnur tíðindi