Tveir B68´arir á U17 landsliðinum

Í B68 eru nógvir evnaríkir fótbóltspælarar, og tveir av teimum eru Aleksandur Ólavsson Jensen og Bárður Ólavsson Jensen.


Vit í B68 eru sera glað fyri, at Aleksandur og Bárður sleppa at royna seg við føroyska U17 landsliðinum til NM í Íslandi. Túrurin hjá teimum byrjar í morgin kl. 6.30 í Vágunum og teir vera heima aftur í Føroyum 6. august. 


Hetta eru tveir leikarar, ið eru sera málrættarðir og ganga høgt upp í venjingina, ið skal til fyri at gerast ein góður fótbóltsspælari. Liðini, ið teir koma at møta eru Danmark, Svøríki og Finland, sigur Aleksandur. Bæði Aleksandur og Bárður siga seg vera, sera spentar til túrin. 


Venjarin, Thomas Thinggaard sigur, at málið er, at allir spælararnir eru blivnir betri tekniskt, taktiskt og mentalt, tá vit koma aftur og so fara vit sjálvandi eftir at vinna kappingina. 


Vit í B68, ynskja Aleksandur, Bárður og U17 landsliðinum allar bestu eydnu í Íslandi. 


Koyr á B68!