Vunnu eftir megnar come back
B68 - KÍ 5-3 (1-3)
07. 0-1 Jóannes Bjartalíð
09. 0-2 John Daniel Guðjónsson
26. 1-2 Esmar Clementsen
35. 1-3 John Daniel Guðjónsson
42. 2-3 Michal Pryzbylski
49. 3-3 Dávur Hansen
61. 4-3 Jóhannus Hansen
67. 5-3 Jóhannus Hansen
Í smádreingjadeildini verður leikt tvær ferðir 35 minuttir.
Smádreingirnir hjá B68 høvdu í dag vitjan av KÍ á Svangaskarði, har liðini vóru jøvn í stigum, tó hevur KÍ leikt ein dyst meir enn B68. Fyrri dysturin ímillum liðini endaði við javnleiki 4-4, eftir at B68 var á odda 4-1 til bara 10 minuttir vóru eftir at leika. Til dystin í dag manglaði B68 liðskiparan Hákun Edmundsson, sum var sjúkur vegna krím.
Frá fyrsta bríksl virkaðu KÍ leikararnir nógv meir uppsettir og settu B68 undir eitt støðugt trýst. Longu aftaná 9 minutti var støðan 2-0 til KÍ, har bæði málini komu eftir horna. B68 leikararnir virkaðu skelkaðir av hesum, og høvdu tað sera torført við at koma fram til opnar møguleikar. Tá 26 minuttir vóru leiktir fingu B68 leikararnir nýggjar vónir, tá Esmar Clementsen tók sakina í egnar hendur, har hann rak allan vegin frá miðvøllinum og skoraði til 1-2.
B68 leikararnir settu nú KÍ verjuna undir eitt stórt trýst, har man eisini kom fram til fleiri opnar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Ístaðin var tað KÍ sum í seinasta minutti av fyrra hálvleiki kontraði, har teir fingu horna, sum teir eisini eftirfylgjandi skoraðu uppá til 3-1, ið eisini var støðan í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki setti B68 beinavegin KÍ undir eitt støðugt trýst og tað gav eisini úrslit tá 7 minuttir vóru leiktir, tá Michal Pryzbylski eftir horna minkaði um munin til 2-3. 7 minuttir seinni kom javnstøða í tá Dávur Hansen við sera vøkrum skoti úr 20 metrum skoraði til 3-3.
B68 hildu á fram at trýsta og tá 9 minuttir vóru eftir, var ein langur bóltur sendur fram á KÍ hálvuna, Jóhannus Hansen fekk fatur á bóltinum, har hann rak KÍ verjuna av og skoraði til 4-3 til B68. KÍ leikararnir royndu at svara aftur, og hóast teir eisini vóru nær við fingu teir tó einki mál afturat. Tá ein minuttur var eftir at leika, slóg Jóhannus Hansen sigurin fastan, tá hann skoraði til 5-3, eftir at hann enn einaferð rann KÍ verjuna av.
Um dystin kann man siga, at hóast Hákun Edmundsson manglaði, vístu B68 leikararnir kortini sera góðan moral, við ongantíð at geva upp og alla tíðina trúgva uppá tað. Tað hevði kanska sítt at siga, at tveir KÍ leikarar í fyrra hálvleiki fóru av vøllinum við skaða. Men ístaðin fyri at hava fokus á spælið, valdu KÍ leikararnir við venjarinum á odda, heldur at brúka tíð uppá, at rópa eftir dómarinum, og tað kemur man ikki langt við.
Nú er tað keðiliga hent í smádreingjadeildini, at B71 hevur tikið teirra lið úr kappingini, og slíkt burdi ikki hent í einum FM bólki. Tí eru øll úrslitini hjá B71 strikaði, og eftir sum at B71 vann á HB, liggja teir nú 4 stig frammanfyri B68 eftir at bæði liðini hava leikt 4 dystir. Komandi dystur hjá B68 verður leiktur 18. September tá júst HB vitjar á Svangaskarði. Annars manglar B68 at leika ein útsettan dyst ímóti B36, og tað kann væl koma fyri seg, at tann dysturin verður leikur áðrenn HB dystin.
B68
Marius Johansen - Michal Pryzbylski, Jóhan Tausen, Ari Johannesen, Helgi Johannesen - Kári Fossdalsá, Bjarki K. Olsen, Dávur Hansen, Esmar Clementsen - Jann Benjaminsen, Jóhannus Hansen.
Eykaleikarar: Torleif Hansen og Sofus Johannesen.
Venjari er Jóhan Petur Poulsen.
Koyr á B68.












