Ungdómsfótbóltur
Ungdómsdeildin hjá B68 fer í gongd aftur í viku 11, tann 15 mars. Til høgru á heimasíðuni – kunnu tit trýsta á venjingar tíðir, ið eru galdandi frá 15 mars til 1 mai. Hetta kemst av, at 1 mai verður grasvøllurin eisini tikin í brúk til ungdómsdeildina, tískil fáa tit eitt nýtt yvirlit av venjingartíðum tá. Tey lið sum hava vant innandura fótbólt í fimleikahøllini í vetur, halda á fram at venja hesar tíðir í fimileikar høllini til páskafrítíðina. Undirskúlaaldur byrjar ikki at venja fyrr enn, eftir páskir.
Um tit hava nakrar spurningar viðvíkjandi venjingartíðum ella onnur praksis ting, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Jóhan Dávur Højgaard(221750) og Jóhan Petur Poulsen(252254).
Foreldur, ið ikki møttu upp til foreldra fundin sum var mikukvøldið 3 mars, ið ætla at gjalda luttøku fyri barni/børnini hjá sær, skulu seta seg í samband við Jóhan Petur Poulsen.
Vinarliga
B68











