U15 gentur frálíka byrjan

U15 gentur hjá B68 leika í ár í kappingini, har leikt verður á hálvum vølli. Sigast kann ikki annað enn, at B68 hevur fingið eina frálíka byrjan uppá kappingina, tí eftir tey fyrstu 4 umførini hevur B68 vunnið allar dystirnar. 6 lið eru við í kappingini, har leikt verður 3 ferðir ímóti hvørjum øðrum, og tilsamans 15 umfør.

Í fyrsta dystinum vann B68 ein greiðan 8-0 á MB á heimavølli, har Maiken Jacobsen og Jórun í Túni Petersen skoraðu 3 mál í part, meðan Astrið Reinert Petersen skoraði eitt mál. Tað er hinvegin ikki upplýst hvør skoraði áttanda málið. Síðani var ÍF á vitja á svangaskarði, og hesin dysturin var meiri javnur, men tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, gjørdist úrslitið 3-1 til B68. Maiken Jacobsen skoraði tey bæði fyrstu málini, meðan Astrið Reinert Petersen skoraði tað triðja. B68 var eisini frammanfyri 3-0 áðrenn ÍF svaraði aftur.

Í triðja dystinum varð leikt í Suðri, har felagsliðið TB/FCS/Royn tók ímóti, og B68 vann ein greiðan 9-3 sigur á Suðuroyargentum.Her er tíverri ikki upplýst hvørjar ið skoraðu málini hjá B68. Í fjórða dystinum ið var leiktur flaggdagin hevði B68 vitjan av HB b, og enn einaferð vann B68 ein greiðan sigur. Hesaferð gjørdist úrslitið 6-2 til B68, men her er tíverri heldur ikki upplýst hvørjar ið skoraðu málini.

Einasta liðið, sum B68 enn ikki hevur leikt ímóti er 07 Vestur b, og tær hava líka sum B68 vunnið allar dystirnar. Komandi umfar, sum verður leikt 12. Mai, hittast júst hesi bæði liðini, har leikt verður vesturi í Vágunum.

Leikararnir hjá B68 eru hesar. Annika Hansen er málverji, meðan útileikarar eru Elisabeth í Túni Nielse, Lisa Andrea á Regni, Emma í Túni Jakobsen, Jórun í Túni Petersen, Maiken Jacobsen, Astrið Reinert Petersen, Jonnhild av Sondum, Inger Elisabeth Hansen og Rebekka Høj.

Koyr á B68