(Savnsmynd)

U15 dreingir sigraðu aftur

Í stríðnum at flyta upp í A bólkin, hevði B68 leygardagin vitjan av 07 Vesturi, sum undan dystinum, lá 3 stig aftanfyri B68. Hóast talan var um ein tættan dyst, var B68 kortini omaná bæði leikliga og í málkjansum. Hóast 07 Vestur leikararnir vóru nógv størri enn B68 leikararnir, dugdu B68 leikararnir kortini betri at spæla bóltin sínámillum.

Frá fyrsta bríksla leikaði eisini javnt á, har var tað langt ímillum tey vandamiklu álopini. B68 hevði tann størsta málkjansin, men B68 leikarin var noyddur at avslutta við tí skeiva beininum, og bólturin fór framvið. Nakað fyri hálvleik, fekk B68 fríspark nakað uttanfyri brotsteigin hjá 07 Vesturi, har teir tóku frísparkið skjótt og har Fríði í Túni Petersen smekkaði til og hóast 07 Vestur málverjin fekk hondina á, endaði bólturin í málinum til 1-0 til B68, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki var meiri ferð á spælinum, har serliga B68 hevði fleiri góðar málkjansir at økja, men inn vildi bólturin ikki. Hinvegin fekk 07 Vestur eisini nakrar góðar málkjansir uppá snar álop, men antin vardi B68 málverjin Svend Danielsen væl fyri ella raktu teir omanfyri málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vinna B68 bóltin av 07 Vesturi, har Richard H. De Franca fær fatur á bóltinum, fer framvið einum leikara og smekkar so til úr 20 metrum. Málverjin bjargar í fyrstu atløgu, men Richard var kvikur á returinum, og skorar til 2-0.

Eftir málið fór eitt sindur av gassi úr ballónini, og lítið og einki hendi í tí, sum var eftir av dystinum, og B68 vann so sína fjórða sigur av 4 møguligum. B68 spælir aftur mikudagin tá ÍF vitjar á Toftum.

B68

Svend Danielsen – Aron Reinert Hansen, Fríði í Túni Petersen, Kaj Pállson, Andrass Højgaard – Dávid Olsen, Hilmar á Regni Højgaard, Hjarnar Johansen, Heini Fossdálsá – Richard Højgaard De Franca, Hanus Højgaard – Eli Hansen, Dominick Philbrow Troleis.

Venjari er Philip Frikke Schmidt

Koyr á B68

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=PytII5SoQtk]
Málini í dystinum kunnu síggjast her.